Tað er ikki alt samstarv, sum gongur sum smurt, minni enn so. Onkuntíð er kuril á, sum kann vera torførur at loysa, serliga tá partarnir, sum skulu loysa knútin eru so ymiskir á máli um hvør trupulleikin er.
Í vikuni segði Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum við Sosialin og við Útvarpið, at tað er ein góður spurningur, um ikki tíðin er farin frá rentustuðulsskipanini. Eftir hansara meting er tað eitt ivamál, um stuðulin kemur teimum røttu til góðar. Landsstýrismaðurin heldur nevniliga, at sum rentustuðulsskipanin virkar í løtuni, so dýrkar hon óneyðugt um húsini, og kemur seljaranum til gagns, heldur enn keyparanum.
Í fyrrakvøldið segði formaður Fólkafloksins við Útvarpið, at hansara flokkur ikki fór at taka undir við eini broyting av rentustuðulsskipanini. Skuldi Fólkaflokkurin taka undir við uppskotinum, so skal skatturin lækka tilsvarandi, segði Óli Breckmann.
Ikki avtakast í einum
Men her er Karsten Hansen ikki samdur við samgongufelaga sín. Løtan er ikki tann rætta at fara at tosa um skattalækkingar nú, sigur hann.
Eg haldi fast við spurningarnar um rentustuðulsskipanin virkar eftir vild, og eg haldi fast við, at vit eiga at taka hana upp til viðgerðar. Orsøkirnar eru, at eg haldi tað ikki vera rætt, at landskassin skal vera við til at dýrka prísirnar á sethúsum. Tað eru vit í løtuni. Og av tí sama, so endar peningurin í skeivum lummum, sigur Karsten Hansen.
Men eg havi ikki tosað um at rentustuðulsskipanin skuldi avtakast í einum, leggur hann afturat.
Landsstýrismaðurin leggur dent á, at hann kundi hugsað sær, at ein »avtrappingarskipan« var gjørd, sum bar so í bandi, at tey, sum hava keypt hús ikki vera revsað. Við øðrum orðum leggur hann upp til at skipanin skal avtakast yvir eitt áramál.
Men er skipanin, sum hon er nú, ikki meira sosialt órættvíst. Nú fáa øll rentustuðul, eisini tey, sum ikki hava hann fyri neyðini.
Jú, tað er rætt. Skipanin var broytt í krepputíðini, tá nógv fólk vóru arbeiðsleys. Tey fingu einki gagn av rentufrádráttinum, men við broytingini til rentustuðul fingu tað aftur, sum tey høvdu mist.
Men samstundis fingu eisini tey, sum annars mistu rentufrádráttin vegna høga inntøku, fyrimun av skipanini, er tað meira rættvíst?
Nei, tað er júst ein partur av trupulleikanum, men tað sær ikki æut til at Óli Beckmann hevur áhugað í tí, sigur Karsten Hansen
Løtan ikki røtt
til skattalætta
Hinvegin hevur Karsten Hansen eitt skot til Óla Breckmann og Bjarna Djurholm um skattalættar.
Teir hava hvør í sínum lagi lagt meg undir at bróta samgonguskjalið, av tí at eingin skattalætti er veittur enn. Teir hugsa bara ikki um, at tað kann vera búskapinum til óbótaligan skaða, at veita skattalætta júst nú, sigur Karsten Hansen.
Hann vísir á, at nógv ferð er á búskapinum í løtuni, og tað skal ikki so nógv til, at ferðin gerst í meira lagi, um fólk fáa fleiri pengar til nýtslu.
Tað hugsa teir eftir øllum at døma ikki um. Teirra fatan er, at bara skatturin gerst lægri, so fær landskassin fleiri inntøkur, og meiri hugsa teir ikki um tað, sigur Karsten Hansen
Annars vísir landsstýrismaðurin við fíggjarmálum á, at ein skattalætti í veruleikanum er latin. Barnafrádrátturin var hækkaður, og hann kom barnafamiljunum til góðar, sigur hann.
Men tað er eftir øllum at døma ikki nóg mikið, teir vilja hava meira, sigur Karsten Hansen at enda