Í dag loysti Rescue LÍV fyri síðstu fer úr føroyskari havn og var sigldur yvir til Faroe Ship við Skansabryggjuna, har hann var tikin upp og riggaður til at flyta til Svøríkis, skrivar Rescue Lív á Facebook síðuni.
Rescue Lív kom til Føroyar á páskum í 2008, og hevur sostatt tænt føroysku sjóbjargingini í 13 ár. Nú er tað svenska sjóbjargingartænastan, SSRS, sum hevur keypt Rescue Lív, og hann verður settur í tilbúgvingina í Trelleborg.
– Vit hava verið sera væl nøgd við Rescue LÍV, men tíðin var komin at gera av, um vit skuldu senda bátin til Svøríkis til høvuðsumvælingar ella keypa annan bát, sigur Jens Hansen, sum hevur verið umsjónarmaður á Rescue Lív, síðan báturin kom til Føroya.
##med2##
– Eftir at hava kannað, hvønn bát vit kundu fáa í staðin fyri Rescue LÍV, komu vit fyri tveimum árum síðani fram á ein bát, sum var til sølu í Svøríki. Vit gjørdu skjótt av og keyptu Tanum, sum er væl størri enn Rescue LÍV, og sum hóskar betri til tørvin hjá okkum og til ofta harðbalna veðrið í Føroyum.
Tanum er settur í føroysku tilbúgvingina, og tí varð Rescue Lív seldur aftur til Svøríkis.
– Vit hava longu havt fleiri útkall við Tanum, og hann roynast sera væl. Á einum sjúkraflutningi úr Skopun fyri tveimum vikum síðani, vísti vindmátarin umborð 45 m/s, men hóast nógva vindin, bar Tanum seg sera væl í sjónum. So vit eru væl nøgd við nýggja bátin og spent til at av álvara at brúka hann í tilbúgvingina á sjónum, sigur Jens Hansen.
Nú Rescue Lív verður seldur til Svøríkis, verður Tanum doyptur av nýggjum, har hann fer at fáa navnið hjá gamla bátinum - Rescue Lív.
##med3##