Matstova: Merlot er navnið á eini franskari víndrúvu, og hósdagin kundi Louis Kristensen stoltur lata dyrnar á Restaurant Merlot upp.
? Eg eri sera væl nøgdur við úrslitið, sigur kokkurin, Louis. ? Nógv fólk hava víst áhuga í matstovuni, og tað er fult fleiri vikuskifti framyvir.
Matstovan er hugnalig. Pláss er ikki nógv av. Veggirnir eru grønir, og er tað eisini afturvendandi liturin.
Matarkortið er fjølbroytt, fiskur, kjøt, jákupsskeljar og nógv annað prýðir matarskránna, har nógv nýtt er á skránni.
? Vit hava lagt okkum eftir at hava so nógv heimagjørt sum møguligt, sigur Louis. ? Eg haldi ikki, at tað er rættvíst yvirfyri kundunum, at teir bara fáa nakað blakað á tallerkin, sum teir eisini kundu keypt í handlunum. Sum nakað nýtt hava vit eisini ost á matarkortinum. Snerkt breyð og frukt er sum tilhoyr til ostin. Eg havi áður arbeitt ymsa aðrastaðni, og tá ferðafólk komu á gátt, so spurdu tey ofta, hví vit ikki høvdu nakran ost á matarkortinum.
Restaurant Merlot hevur eina vikumatarskrá, sum broytist hvørja viku. Hetta fyri, at kundarnir kunnu royna okkurt nýtt, hvørja ferð teir koma at eta. Fyribils er Merlot opið frá 17-23 gerandisdagar, tó mánadagur undantikin. Leygardag er opið frá 17-24. Sunnudag er opið sum gerandisdagar. Frá juni verður matstovan letur matstovan helst upp á døgurða. Tá fer ein frokost-matarskrá at vera á skránni, og ikki buffet, sum so nógva aðrastaðni í býnum.
Sosialurin ynskir Louis og hinum í Merlot góða eydnu.