Niclas Johannesen
Ikki mundið tað koma óvart á nakran, at The Beatles aftur vóru ovastir á rókini, nú lesararnir hjá enska tónleikaritinum ?Q? hava valt bestu bretsku plátuútgávu gjøgnum allar tíðir. At tað gjørdist Revolver, høvdu øll nokk ikki roknað við - serliga tá hugsað verður um, hvussu miklan ans Stg. Pepper?s Lonely Hearts Club Band vakti, tá hon kom út í 1967. Men Stg. Pepper má taka til takkar við einum 13 plássi í lesara atkvøðugreiðsluni.
Nakað serligt
Revolver kom út árið fyri Stg. Pepper - í 1966. Hóast undanfarna plátan - Rubber Soul - gav ábendingar um, at The Beatles nú leitaðu sær út í krókar, har popptónleikur aldrin hevði verið áður, so kollvelti Revolver poppheimin.
Plátan er rætt og slætt ein perlurøð av løgum. Stílurin er sera ymiskur frá lag til lag, men kortini varðveitir Revolver ein reyðan tráð og má av røttum metast sum eitt satt meistarverk.
Bæði John Lennon og Paul McCartney eru í toppformi, samstundis sum eisini George Harrison loksins byrjar at býta frá sær - ikki minst við fyrsta lagnum á plátuni - Taxman.
Longu áðrenn Revolver kom út mundu teir fýra John, Paul, George og Ringo hava varhugan av, at henda plátan fór at vera nakað serligt. Revolver er stúgvandi full við blandi av sitarum, tablas, blásarum, strúkarum, bondum ið spæla aftureftir og effektum. Paul McCartney segði um hetta mundið: ?Har eru ljóð, sum ongin hevur gjørt higartil, eg meini ongin, nakrantíð.?
LSD-pláta
Aftan fyri hesa kreativu eksplosjón búði tann sannroynd, at The Beatles ikki longur ferðaðust kring allan heim og spældu fyri mannfjøldum. Nú brúktu teir alla sína tíð í studiounum. Hetta hoyrdist. Tað var tó serliga eksperimentir við narkotika, ið setti sín dám á Revolver.
Lennon royndi dúgliga LSD um hetta mundið, meðan McCartney roykti marijuana stútt. George Harrison var líka sum Lennon fasineraður av LSD. Lennon og Harrison fingu LSD fyrstu ferð, uttan at vita av tí. Teir vitjaðu ein tannlækna, sum koyrdi LSD fyltar sukurmolar í teirra kaffi. Harrison byrjaði um hetta mundið eisini at fáa áhuga fyri indiskum tónleiki og indiskari relegión. Hetta hoyrdist serliga á hansara Love You To, har sitarspæl setur sín dám á lagið.
Longu triðja lagið á Revolver - I?m Only Sleeping við ?backwards? guitarum - gav ábendingar um LSD-rúsin, John Lennon ferðaðist í hesa tíðina. Lennon segðist at sova til langt út á dagin og liva í rúsi um kvøldarnar og næturnar. Sjeynda lagið - She Said She Said - vísir beinleiðis til ein LSD rús í Hollywood, har Lennon royndi hetta rúsevnið saman við eitt nú kenda filmsleikaranum Pete Fonda.
Mest psykedeliska lagið á Revolver - Tomorrow Never Knows - kann valla misskiljast:
?Turn off your mind, relað and float downstream? syngur Lennon gjøgnum eitt snurrandi Lestley kabinett. Aftan fyri doyvdu-røddina hjá Lennon ýla loopaði bond, ið spæla aftureftir, so tað ljøðar sum likkur í havsneyð. So langt úti í kreativum galskapi og genialiteti hevði popptónleikur ongantíð áður vassað.
Tíð til eksperiment
Revolver er ikki bara ein surrealistiskur túrur í tokum Lennons. McCartney hevur hvørki áður ella síðani verið í so góðum formi, sum á Revolver. Hann skrivaði evergreens balladir so sum Here, There and Everywhere og For No One. Eisini McCartney prísaði (meira dult enn Lennon) narko við kanska mest groovandi Beatles sanginum nakrantíð - tí Motown hugaða Got To Get You Into My Life.
Men absolutta meistarverkið hjá Paul McCartney á Revolver man vera lagið Eleanor Rigby. Hetta var fyrsta lagið nakrantíð, har ongin av teimum fýra beatlunum spældu nakað ljóðføri. Tekstliga man hetta eisini vera ein av sterkastu søgunum, McCartney nakrantíð hevur skrivað. Lennon hevur sagt, at hann skrivaði fittan part av tekstinum, men viðgekk seinni í eini samrøðu við blaðið Rolling Stone, at hann var so rúsaður hesa tíðina, at hann minnist at kalla onki. Onnur, ið vóru innarliga í Beatles umhvørvinum vilja vera við, at Lennon hevði onki at gera við Eleanor Rigby. Eftir stendur íð hvussu er ein klassikari.
George Harrison, sum á seks teimum undanfarnu plátunum bert hevði megnað at fáa fýra løg ígjøgnum heimsins strangasta vrakarastovn - ?Lennon-McCartney? - skrivaði trý løg á Revolver, Taxman, Love You To og I Want To Tell You. Serliga Taxman, við klassiska, sterkum guitarriffum og framúr bassspæli, er eitt lag, sum hevur verið nógv eftirapað síðani av øðrum artistum.
Ringo Starr, tann mest jarðbundni og minst narko eksperimenterandi, setti eisini sín dygga dám á Revolver. Ikki bert við sínum trummuspæli, men eisini við sínum sangi á tí, íð Q kallar besti barnasangur nakrantíð: Yellow Submarine!
Á 14 einastandandi løgum ferðaðust The Beatles runt allan sólarringin við Revolver.
Eisini produsarin George Martin hevði kensluna av, at Revolver fór broyta popp-heimin: ?Ábendingarnar vóru longu har. Eleanor Rigby og Tomorrow Never Knows góvu sterk tekin um, hvat var ávegis. Tey vóru slóðbrótarar fyri einum fullkomiligum stílskifti. Sjálvt eg uppfataði ikki, hvussu merkisvert hetta var, og heldur ikki orsøkirnar til tess. Flower Power og hippie-narko-kollveltingin var í gerð, ávirkaði dreingirnar beint framman fyri mínum eygum, og kortini forðaði mítt egna bláoygni mær í at uppfata, júst hvat tað var, sum hendi. Eg visti nóg illa, hvussu pot luktaði, hóast roykurin stóð í nasarnar! Men eg skilti kortini, at okkurt var 8 ferð við at henda við tónleikinum, sum vakti mínar kenslur. Tíðin var búgvin at experimentera.?
34 ár aftan á hetta rimmar skotið, er framvegis krút í Revolver.
25 tær bestu bretsku
1. REVOLVER - The Beatles
2. OK COMPUTER - Radiohead
3. EXILE ON MAIN STREET- The Rolling Stones
4. LONDON CALLING - The Clash
5. A HARD DAY?S NIGHT - The Beatles
6. ASTRAL WEEKS - Van Morrison
7. THE BEATLES (White Album) - The Beatles
8. (WHAT?S THE STORY) MORNING GLORY - Oasis
9. BLUE LINES - Massive Attack
10. NEVER MIND THE BOLLOCKS. HERE?S THE SEX PISTOLS - The Sex Pistols
2. DARK SIDE OF THE MOON - Pink Floyd
3. STICKY FINGERS -The Rolling Stones
4. SGT PEPPER?S LONELY HEARTS CLUB BAND - The Beatles
5. LOW - David Bowie
6. MEZZANINE - Massive Attack
7. HUNKY DORY - David Bowie
8. ABBEY ROAD - The Beatles
9. SCREAMADELICA - Primal Scream
10. UNKNOWN PLEASURES - Joy Division
11. HOUNDS OF LOVE - Kate Bush
12. RUBBER SOUL - The Beatles
13. PARKLIFE - Blur
14. BRYTER LATER - Nick Drake
15. DEFINITELY MAYBE - Oasis
16. THE RISE & FALL OF ZIGGY STARDUST & THE SPIDERS FROM MARS - David Bowie