- Kynsligur ágangur ímóti børnum eigur at revsast harðari enn tað verður nú.
Tað heldur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Revsimál eru ikki hennara málsøki, men sum landsstýriskvinna í almannamálum varðar hon av trivnaðinum og korunum hjá børnum og ungum og tí hevur hon sína avgjørdu meining um málið.
Hon tekur fult undir við, at Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í lógarmálum hevur biðið revsirættarráðið um eitt tilmæli um, hvussu kynsligur ágangur ímóti børnum skal revsast, sum hann greiðir frá í aðrari grein her á síðunum.
Harðari revsing
Men hóast Kári P. Højgaard ikki vil siga, hvat hann heldur, er Annika Olsen ikki bangin fyri, hvat hon heldur.
- Eg taki undir við, at vit taka hetta málið upp og sjálv haldi eg, at revsingin skal herðast.
Tað er annars ikki langt síðani, at Annika Olsen sjálv nú sat sum landsstýriskvinna í lógarmálum í undanfarnu samgongu
Tá syrgdi hon fyri, at revsingin fyri kynsligan ágang ímóti børnum, varð herd, men longu nú heldur hon sostatt, at stundin er komin at herða revsingina enn meir.
- Hetta er út frá einum etiskum sjónarmiði um, at í hesum føri hava vit við børn og mannalagnur at gera.
- Vit eiga at áseta eina revsing fyri at gera seg inn á børn, sum er so mikið strong, at tað er eitt greitt tekin um, at slíkt verður als ikki góðtikið í dagsins samfelagi.
Nú heldur hon, at vit skulu bíða eftir niðurstøðuni í revsirættarliga ráðnum.
Sjónligari
Annika Olsen er fullgreið yvir, at harðari revsing loysa ikki allar trupulleikar, verri enn so.
Men hon heldur, at spurningurin um kynsligan ágang ímóti børnum eigur at gerast sjónligari í samfelagnum, eisini í fólkaskúlanum.
- Heilsusystrar og onnur gera eitt stórt arbeiði, men tíverri er talan um viðbrekin mál, sum nógv framvegis aftra seg við at tosa um.
- Tí haldi eg, at tað skuldi verið størri opinleiki um hetta evni, eisini í skúlanum, tí eg ivist ikki í, at tað hevur eina fyribyrgjandi ávirkan.
Eitt stórt framstig
Í hesum sambandi heldur Annika Olsen, at ætlanin at skipa eitt barnahús, er eitt stórt framstig.
- Barnahúsið er ikki eitt avíst hús, men um eina heildarloysn, ella ein tilbúgving, til børn, har myndugleikar arbeiða saman tvørtur um faklig mørk.
- Endamálið, er, at børn, sum eru fyri ágangi, kunnu verða verða viðgjørd og hjálpt á einum og sama staði av einum tvørfakligum bólki.
- Í slíkum førum er bæði talan um avhoyringar, læknaligar kanningar, sálafrøðilgar kanningar og viðgerðir, umframt at almannamyndugleikar og kanska skúlin eisini eru við.
- Og tað er alt ov møtimikið hjá einum barni, sum hevur verið fyri ágangi, at tað skal noyðast at ferðast frá einum myndugleika til annan.
- Tí er endamálið við barnahúsinum, at alt skal vera á einum og sama staði.
Annika Olsen sigur, at hon hevur avgjørt sett sær sum endamál at fáa barnahúsið á føtur næsta ár.
Hon sigur, at verkætlanin um harðskap í familjuni fevnir eisini um kynsligan ágang ímóti børnum og talan verður helst um at knýta báðar verkætlanirnar saman.
- Men vit mugu so tryggja, at fíggjarliga játtanin røkkur til bæði endamálini, so at onnur verkætlanin ikki fánar burtur, tí at hitt slúkar alla játtanina.
Tosað verður mangan um, at tann, sum ger seg inn á børn, hevur eisini brúk fyri viðgerð, tí ongin kann revsa seg burtur úr pedofeli fyri at nevna eitt dømi.
- Eg haldi, at vit eiga eisini at hugsa um handan trupulleikan og at kanna møguleikan at skipa viðgerðartilboð til tey sum verða dømd fyri pedofeli.
Allir fakbólkar
Annika Olsen tekur eisini undir við, at vit fáa eina skipan í Føroyum við barnaváttanum.
- Eg haldi, at vit eiga at kanna tað og eg taki undir við, at tey, sum arbeiða við børnum og ungum, skulu kunnu vísa á, at tey eru ikki revsað fyri slík lógarbrot.
- Men tað má ikki verða ein falskur tryggleiki og ein barnaváttan má ikki elva til, at slaka verður í upplýsing og øðrum tiltøkum, sum kunnu forða fyri kynsligum ágangi.
- Eitt nú haldi eg, at tað hevur týdning, at skipanir verða sett í verk, so at børn ongantíð eru einsamøll saman við einum vaksnum.
Annika Olsen heldur eisini, at tað hevur týdning, at ávísir fakbólkar verða tiknir burtur úr.
- Tað má ikki enda við tí, at tað bara skulu vera pedagogar, sum skulu hava revsiváttan.
- Skal ein slík skipan setast í verk, skal hon fevna um allar fakbólkar, sum hava við børn og ung undir 15 ár at gera, eitt nú lærarar, pedagogar, ítróttarvenjarar, ungdómsleiðarar o.s.fr., sigur Annika Olsen.