Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri hava í dag gjørt av at veita neyðhjálp til tey neyðstøddu í Myanmar ? fyrrverandi Burma ? eftir ógvusliga melduródnina Nargis herjaði á Irrawaddy-økið í vikuskiftinum
Talið á deyðum og særdum veksur enn, og seinastu frágreiðingarnar frá ríkismiðlunum í Myanmar søgdu, at 22.461 menniskju vóru deyð, meðan 41.000 spyrjast ikki aftur.
- Reyði Krossur Føroya gjørdi týsdagin fyribils av at geva 50.000 kr til neyðhjálp ? nakað, sum svarar til eina krónur fyri hvønn føroying, sigur formaðurin fyri Reyða Kross Føroya, Súni Winther.
Harumframt hevur Føroya Landsstýri í dag gjørt av, at eisini tað almenna í Føroyum skal lata stuðul til vanlukkuraktu økini.
Barbara á Tjaldrafløtti, sum umsitur menningarhjálpina í Uttanríkisráðnum sigur, at landsstýrið fer at geva sína hjálp gjøgnum Reyða Kross Føroya.
- Landsstýrismaður fyri uttanríkismál Høgni Hoydal hevur gjørt av, at Føroyar skulu geva 150.000 kr. Hjálpin verður send gjøgnum Reyða Kross Føroya, sigur Barbara á Tjaldrafløtti.
Bæði ST og fleiri asiatisk lond hava bjóðað stuðul til tey mongu ofrini fyri ógvusliga storminum, sum við vindferð heilt upp til 190 km/t rakti serliga tey mest íbygdu økini við millum annað stórbýin Yangon. Harafturat hevur tann danski ráðharrin fyri menningarhjálp ? Ulla Tørnæs ? kunngjørt, at Danmark fyribils veitir 10 mió kr í neyðhjálp. Hesir pengar verða givnir gjøgnum ST og Danska Reyða Kross.