Reyði Krossur sóknast havnarfólk

Til landsinnsavningina næsta vikuskiftið er tørvur á fleiri sjálvbodnum

Næsta leygardag verður árliga landsinnsavningin hjá altjóða hjálparfelagsskapinum Reyða Krossi. Gingið verður hurð til hurð kring alt landið fyri at savna pening til neyðhjálp úti í heimi.


Um tað skal eydnast at vitja øll hús í Føroyum leygardagin krevur tað, at nokk av fólki bjóða sær at hjálpa. Bárður Atlason Ísheim, dagligur leiðari í Reyða Krossi Føroyar, upplýsir, at kring landið er tað ikki ein trupulleiki, men tørvur er enn á fólki í høvuðsstaðnum.


- Tað stendur væl til úti á bygd, men í Havn hava vit brúk fyri fleiri fólkum, ið vilja vera við til hetta. Tað handlar um at skriva seg upp til eina rutu, banka upp á nakrar dyr og spyrja, um tey ynskja at stuðla arbeiðinum hjá Reyða Krossi, sigur Bárður Atlason Ísheim.


Dagligi leiðarin á Reyði Krossi upplýsir, at peningurin verður oyramerktur til neyðhjálp úti í heimi. Í ár hevur verið heitt á føroysku deildina av Reyða Krossi, at stuðla verkætlanum í Bangladesj, Suðursudan, Jemen og Sýria.


Til ber at tekna seg sum innsavnara á heimasíðuni hjá Reyða Krossi ella ringja til 283630.