Reyð tøl frá Parken

Flemming Østergaard hevur áður sagt, at Parken Sport & Entertainment, sum millum annað eigur FCK, framhaldandi fór at forvinna pening í 2009, men tann útsøgnin er nú broytt. Felagið sendi í farnu viku roknskapin fyri triðja ársfjórðing á marknaðin, og í hesum verður sagt, at ársúrslitið fyri 2009 verður á leið 250 milliónir í undirskot. Enn verður ikki roknað við, at FCK verður noytt at selja spælarar, men fleiri greinarar meta, at felagið um ikki so langa tíð er á einum fíggjarligum støði, sum kann sammetast við onnur donsk fótbóltsfeløg.