Reyði Krossur Føroya skrivar, at Libanon hevur í fleiri áratíggju verið merkt av politiskum ruðuleika, vápnaðum stríði og niðurundirkomnum búskaparligum og samfelagsligum strukturum. Seinastu árini er støðan versnað munandi, og sum vit hoyra um í miðlunum í dag, er støðan alt annað enn friðarlig. Ófriður og kreppa hava rakt landið hart, og túsundtals fólk eru noydd at flýggja.
Ruðuleikin rakar serliga hart útsettar borgarar, harímillum fleiri hundraðtúsund palestinensisk flóttafólk, sum liva undir sera truplum umstøðum í flóttafólkalegum kring Libanon. Flóttafólkini hava avmarkað atgongd til grundleggjandi sosialar tænastur, arbeiði, fastogn og borgaraskap, og hetta hevur ført til eina álvarsama sálarheilsukreppu, serliga millum børn og ung.
Reyði Krossur Føroya læt fyrr í ár 850.000 kr. til eina verkætlan, sum skal betra um sálarheilsuna hjá palestinensiskum flóttabørnum og teirra avvarðandi í Libanon.
Málini fyri verkætlanina eru:
1. Betra sálarligu heilsuna hjá børnum og ungum, milllum 5-17 ár, við útbúgving av starvsfólki, stuðli til børn, sum hava upplivað vápnaðan ófrið, og undirvísing til avvarðandi um, hvussu tey kunnu hjálpa sínum børnum.
2. Betra umstøðurnar í felagshølum við umvælingum og nýggjari útgerð, so børnini hava tryggar karmar at fáa hjálp.
Stuðulin er latin í samstarvi við Føroya landsstýri