Reykjavík gleðir seg

Í morgin fer Eivør Pálsdóttir saman við íslenska croonaranum Raggi Bjarna, 40 tónleikarum og einum 60 manna stórum kóri á pall í Háskólabíó tvær ferðir Lagt er upp til frálíkar upplivingar, og Reykjavík gleðir seg.

 

Á heimasíðuni hjá íslendska Morgunblaðnum mbl.is er gjørt nokkso fitt burturúr konsertunum. Har ber til at síggja kykmynd av venjingunum til konsertina, umframt at samrøður eru við tey bæði Eivør og Ragnar. Tey siga bæði, at hetta er eitt samstarv, ið tey hava havt ætlanir um leingi. Fyri Eivør er hetta eitt gamalt ynski, og tí takkaði hon beinanvegin ja, tá møguleikin beyðst.

 

Linkið til kykmyndina er: www.mbl.is/mm/folk/frett.html?nid=1256435

 

Fyrra konsertin verður kl. 17, og kl 20 verður eyka konsert.

 

Raggi Bjarna er farin um tey sjeyti, og hevur verið eitt stórt navn í íslendskum tónleiki síðan fimti árini.