Reytt kort til Sosialin og Óla P

Karikaturtekningin av Kitty May Ellefsen spreingir øll etisk og moralsk mørk fyri, hvussu langt ein fjølmiðil kann loyva sær at fara í síni "skemtiligu" niðurgerðing av einum persóni

Ljóti boðskapurin í tekningi kann fyri kvinnurnar í hesum landi samanberast við karikaturtekningarnar av profetinum Muhammed í Jyllandsposten, sum leyp øði á muslimska heimin. Hvat billa Sosialurin og Óli P. sær inn at niðurgera eitt kvinnuligt valevni, eina konu og mammu á slíkan hátt? Við hesi karikaturtekning eru Sosialurin og Óli P. dumpaðir. Tekningin er hvørki stuttlig ella skemtilig. Heldur myndar tekningin ta fáfongd, sum valdar millum mannfólk, tá sterkar, vælútbúnar kvinnur tora at trína inn á ein í aðramáta so mannsdomineraðan leikvøll uttan at smæðast burtur. Hví skal Kitty May ikki hava loyvi at skifta meining? Dømi eru um onnur, mannfólk sum konufólk, sum snikkaleys eru lopin úr einum flokki til tann næsta – eisini á Løgtingi - uttan at hesi eru úthongd á slíkan niðurgerandi og ærumeiðandi hátt við kynsligum undirtónum.

Eg gevi Sosialinum og Óla P. reytt kort fyri hesa tekning. Um rætt skal vera rætt, so eigur tekningin at verða dømd deyð at vera og strikað í allar ævir. Vónandi tekur fjølmiðlanevndin av sínum eintingum tekningina til viðgerðar, tí mark er fyri, hvussu langt ein fjølmiðil kann loyva sær at fara við sínum útspillingum. Eisini tá talan er um karikaturtekningar.