Árið byrjaði við sorg og sakni

- Tá verpápin doyði so syndarliga á jólum í fjør, ásannaðu vit, at harmur og gleði í felag tey reika, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

In.fo hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, nakrar spurningar um nýggjár - um árið, sum fer og um árið, sum nú stundar til. Um góðar og minni góðar upplivingar í 2018.

 

Keypir tú fýrverk?

 

- Vit keypa altíð fýrverk, og vit brenna bál. Vágur er nýggjársbygdin yvir øllum, og so at siga øll bygdin luttekur í vøkru siðvenjuni við felags báli, kyndlagongu og stórslignum fýrverki. 

 

Hvar heldur tú nýggjár í ár, og hvat verður gjørt burturúr?

 

- Vit halda fyrst nýggjár heima hjá okkum sjálvum. Her eru vit saman við familju og eta ræst kjøt. Seinni luttaka vit í nýggjarshaldinum í Vági. Tað er av ársins bestu løtum, tá vit í felagsskapi takka fyri farna árið og bjóða nýggja árinum vælkomnum. Siðvenjan við nýggjárshaldinum er blivin partur av samleikanum á staðnum. 

 

Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2018?

 

- Seinasta árið hava vit ásannað, at harmur og gleði í felag tey reika, sum tikið verður til. Síðstu jól doyði verpápin so syndarliga, so vit komu inn í 2018 við sorg og sakni. Tað bera vit við okkum. Samstundis hava vit upplivað nógvar góðar løtur. Fríði, sonurin, bleiv studentur í summar. Tað var ein gleðisdagur, og foreldrini hjá mær høvdu gullbrudleyp í hest. Fantastiskir dagar. Samanumtikið er lívið dýrabart og gott. Gerandisgleðin um tað stóra í tí smáa er týdningarmikil, eins og eg gleðist hvønn dag um, at børnini hava tað gott, og eru góð menniskju. Gleðin um nærveru við míni og míni nærmastu er tað, sum gevur gleði og meining. 

 

Og hvat var tað keðiligasta í 2018?

 

- Generelt eri eg eitt positivt menniskja, sum royni at leggja tað negativa aftur um meg. Tí, nógvar keðiligar løtur eru sjálvsagt. Men, tær góðu vinna. Av keðiligum er t.d. um onkur av mínum ikki hevur tað gott. Gerandisstríð í politikki hoyrir til, men tað er keðiligt, tá tað fer um mark. Tað upplivi eg, at tað ger. 

 

Hevur tú sett tær nakað serstakt mál fyri 2019?

 

- Nei, faktisk havi eg ikki sett mær nakað serstakt mál fyri í 2019. Ynski bara, at vit verða betri til at virðismeta hvønn annan og okkara framíhjárætt at búgva í Føroyum. Vit hava so nogv gott at takka fyri. So, um takksemi hevði fingið størri innivist í 2019, hevði tað hjalpt okkum at fingið eygað á alt tað góða. Og tað hava vit tørv á, so materialisma og egoisman ikki fara avstað við okkum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.