Àrið, ið fer..

Nú tímaglasið fyri 2008 er um at renna út, og 2009 stendur fyri durunum, hava vit spurt nakrar kendar føroyingar við ymsum starvsgreinum, hvussu árið hevur hyldnast, og hvørjar vónir tey hava fyri komandi ár



Sølvi Reinert Hansen


Hvussu hevur árið verið innan tað, tú tekst við:

-Samanumtikið havi eg merkt stóran áhuga fyri ítróttinum, bæði av miðlunum og av vanligum fólki. Vit hava fingið nógvar góðar upplivingar við føroyska ítróttinum, bæði í heimligum kappingum, men eisini í útlendskum kappingum. Tað hevur verið spennandi at fylgt við.

Hvat hevur verið tað besta:

-Pál Joensen hevur víst heilt nógv í ár, og hevur givið okkum góðar upplivingar við ítróttinum. Eg má eisini nevna EB/Streym, tí teir eru eitt bygdalið, sum vann greinpuna, og sum fór út í heim og spældi væl upp ímóti Manchester City. At Katrin Olsen var við til OL var eisini ímillum heilt stóru hendingarnar. Tað er gott at hava stjørnur, sum kunnu ganga undan og vísa vegin fyri ungdómin.

Hvat hevur verið tað ringasta:

-Eg dugi ikki at siga hvat hevur verið tað ringasta. Í ítróttinum gongur tað upp og niður, og tað nyttar einki at hugsa um, hvat ikki gongur væl, tí tað kunnu vit ikki brúka til nakað. Vit mugu fokusera uppá tað positiva.

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2009:

- Um eg hugsi breitt, so ynski eg, at vit øll seta okkum nýggjárslyfti um at røra okkum meiri. At tey vaksnu og tilkomnu gerast meiri aktiv innan ítróttin. Vit eru so røsk at trýsta børnini avstað, men vit hava ikki stóra breidd hjá teimum vaksnu. Nú tíðirnar eru ringar, er tað eisini ein góður máti at skapa innihald fyri lítið og lætt. Fyri elituna havi eg góðar vónir. Eg nevndi Pál og Katrina, so vit hava góð dømi um góð elitu ítróttarfólk. Harafturat er 2009 oyggjaleikaár, so har vænti eg mær nógv góð úrslit og eina viku við góðum upplivingum. Og at enda kann eg nevna, at ítrótturin fyri fyrstu ferð nakrantíð er komin á fíggjarlógina. Vit hava fingið 600.000 til úrvalsítrótt, so tað eri eg spentur uppá at fara undir.


Carl Johan Jensen

Hvussu hevur árið verið innan tað, tú tekst við:

- Hetta hevur verið eitt rættiliga deyðligt ár innan bókmentir og leiklist, haldi eg.  Tað eru komin nøkur yrkingasøvn, men tað vanta prosabókmentir á høgum stigi. Innan sjónleikin er heldur ikki hent so nógv –í øllum førum ikki fyri vaksin. Tað hava verið nógvir leikir fyri børn og ung, men eg havi saknað klassiskar leikir fyri vaksin frá Tjóðpallinum

Hvat er tað besta í ár:

-Eg havi ilt við at siga hvat hevur skara framúr í ár.

Hvat er tað ringasta í ár:

-Eg havi eisini ilt við at siga, at nakað hevur verið verri enn nakað annað. Hetta hevur verið eitt slættligt ár.

Hvat vónar tú av 2009:

-Eg vóni at tað fer at henda meiri innan listina. At tað koma nakrar góðar bókmentir, og at tað kemur lív í aftur Tjóðpallin.



Selma Ellingsgaard

Hvussu hevur árið verið innan tað, tú tekst við:

- Hetta hevur verið eitt spennandi og avbjóðandi ár. Eg havi jú skift starv, og tað hevur verið sera læruríkt. Men árið hevur eisini verið merkt av, at fólk eru blivin søgd úr starvi. Tað hevur verið buldraligt, tí vit hava verið noydd til at verið í offensivinum. Onkur ting kundu gingið frægari, men vit hava eisini styrkt um samstarv og samkifti við okkara sáttmálapartnarar.

Hvat er tað besta í ár:

- Vit hava framhaldandi uppbygt samstarvið á almenna arbeiðsmarknaðinum. Gongdin á tí økinum hevur verið góð, tí tað er sera positivt at kunna standa saman.

Hvat er tað ringasta í ár:

- At uppliva, at fólk eru blivin søgd úr starvi. Tað hevur verið tyngjandi. Tað er jú dugnaligt fólk, sum sanniliga hava tænt fyri seg, sum brádliga eru uppsøgd.

Hvat vónar tú fyri 2009:

- Eg vóni, at vit fáa frið í fíggjarheiminum, og at døpru útlitin verða gjørd til skammar. Til tað krevst, at vit seta solidaritetin í hásæti og lyfta í felag. Annars kunnu vit ikki gera okkum nakrar tankar um at koma longri fram á leið.

 


Ingi Mohr

Hvussu hevur árið verið innan tað, tú tekst við:

- Tað hevur gingið væl í ár. Tilgongdin hevur verið tann sama sum undanfarin ár, og vit hava havt góð úrslit. Fíggjarliga hava vit megnað at goldið hvørjum sítt, hóast ongar reguleringar hava verið framdar. So samanumtikið hevur tað verið eitt gott ár.

Hvat hevur verið tað besta:

- Alt hevur verið javnt best. Programmið liggur í fastari legu hjá okkum, og tað er alt ein stór sólskinssøga, sum tað er. Tað er einki betri enn at hjálpa øðrum.

Hvat hevur verið tað ringasta:

- Tað hevur ikki verið nakað ringt.

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2009:

Eg vóni, at man fær betri politiskt forstáilsi fyri, at alkoholisma er ein sjúka.



Marita Rasmussen

Hvussu hevur árið verið innan tað, tú tekst við:

- 2008 hevur verið eitt ræðuliga hendingarríkt ár. Tá árið byrjaði høvdu vit onga hóming av, at tað fór at enda, sum tað gjørdi. Vit væntaðu eina útjavning, men vit væntaðu, at tað fór at stabilisera seg, og ikki at tað skuldi fara so av sporinum, sum tað er farið. 

Hvat hevur verið tað besta:

Vit høvdu eina veðurlagsráðstevnu, har vit fingu Al Gore at koma hendaveg. Og tað hevur eydnast at seta veðurlagið og umhvørvið á dagsskránna. Nú verður tað diskuterað í stórum álvara, og tað hevur stórt signalvirði fyri keyparar og samstarvsfelagar okkara.

Hvat hevur verið tað ringasta:

Serliga seinna hálvárið hevur fiskiskapurin verið vánaligur, og tað merkist í øllum samfelagnum. Teir ringarnir breiða seg longri enn bert til tey, sum starvast í fiskivinnuni, tí serliga í heyst hevur keypiorkan verið fallandi hjá øllum.

Hvat ynskir tú fyri 2009:

- Eg vóni sjálvandi, at vit eru komin á botn í fíggjarkreppuni, og at tað nú fer at ganga hinvegin, men satt at siga, so vænti eg tað ikki. Eg vænti, at 2009 verður eitt tungt tak, men at so fer at ganga betri. Men tað veldst um hvussu hini londini klára seg, og um eftirspurningurin aftur fer at vaksa. Men í ár hevur støðan broytst skjótt, so tað er ringt at meta um hvussu verður.