Síðani Hillary Clinton boðaði frá, at hon gevst sum uttanríkisráðharri, hevur tað ligið á ljóði, at ST-sendiharrin, Susan Rice, skal taka við eftir hana. Men nú hevur Rice biðið Barack Obama, forseta finna onkran annan at taka við eftir Clinton.
Susan Rice (myndin) kom í andglettin í heyst, tá hon fleiri ferðir segði, at álopið á amerikanska konsulátið í Benghazi í Libya var tilvildarligt og ikki eitt tilætlað álop, hóast nógv bendi á, at tað var fyrireikað. Republikanararnir vóru í øðini inn á hana og hóttu við at forða fyri, at hon kundi blíva uttanríkisráðharri.
Í brævi til Obama skrivar Susan Rice, at forsetin eigur at finna onkran annan fyri at sleppa undan ov nógvum kjaki.
Í einum tíðindaskrivi, sum Obama sendi út í gjárkvøldið, harmaðist hann avgerðina hjá Susan Rice, men legði afturat, at avgerð hennara vísir samstundis hennara góðu eginleikar.
Eygleiðarar í Washington halda, at nú hevur senatorurin John Kerry bestu møguleikarnar at gerast uttanríkisráðharri.