Tað skrivar miðilin Variety.
Sjónleikarin George Richard Chamberlain var 90 ár gamal, føddur 31. mars 1934 í Beverly Hills. Hann er kendur fyri nógvar leiklutir í filmum og sjónvarpsrøðum, eitt nú sum pápi Ralph de Bricassart í sjónvarpsrøðini The Thorn Birds og John Blackthorne í Shogun frá 1983.
Pápi Richard Chamberlain var ferðandi sølumaður og eisini virkin røðari í AA Anonymum Alkoholikarum. Sum drongur var Richard sera áhugaður í ítrótti og list. Meðan hann var á háskúla, var hann nær við at skriva undir filmssáttmála, men at vera drigin inn í herin og sendur til Suðurkorea í sekstan mánaðir gjørdi enda á hesum.
Tá hann kom heim aftur, fór hann at lesa hjá kenda sjónleikaranum Jeff Corey, og skjótt hjálpti hann til at stovna leikbólkin Company of Angels. Hann fekk sínar fyrstu smáu leiklutir í sjónvarpsframleiðslum í 1959, og hann fekk skjótt sítt gjøgnumbrot, tá hann fekk tittulleiklutin í sjónvarpsrøðini Dr. Kildare, sum varð send í fimm pørtum millum 1961-66.
Hann fekk Golden Globe fyri besta sjónleikara í sjónvarpsrøð fyri hendan leiklutin í 1963.
Av tí at hann eisini er ein framúr sangari, hevði hann fleiri plátuútgávur fyrst í 1960-árunum, eitt nú temaið frá Dr. Kildare við heitinum "Three Stars Will Shine Tonight", ið kom á topp tíggju á Billboard Hot 100-hittlistanum.
Richard Chamberlain rakk í 1962 einum 21. plássi á Billbord-hittlistanum við síni útgávu av Love Me Tender, sum var tittullagið á fyrsta filminum við Elvis Presleys frá 1956.
Sjónleikarin doyði leygardagin av fylgjum eftir heilabløðing, skrivar Variety.
Tríggjar ferðir Golden Globe vinnarin fjaldi sín samkyndleika í nógv ár fyri ikki at seta sína yrkisleið sum fyrsti elskari í vanda.
Í fleiri samrøðum hevur hann sagt, at hann ongantíð hevði fingið teir leiklutir, sum hann gjørdi, um hann kom út um sín kynsligan samleika.