Riddarin bestur í masters

Kvinnurnar úr Miðvági hava kós ímóti FM heitinum

Tað var Riddarin úr Miðvági, sum á fjarðastevnu í Vestmanna vann kappingina millum 6-mannafør kvinnur í masters.

Fyrsta kappingin millum hesar bátarnar var fyri viku síðani. Tá var Riddarin ellivu sekund undan Gongurólvi, sum var 27 sekund frammanfyri Fortunu.

Í dag var røðin tann sama, men munurin millum tann fremsta og næstfremsta var væl minni, enn hann var fyri einari viku síðani.

Riddarin úr Miðvági vann við trimum sekundum ella einari bátslongd. Gongurólvur hjá Havnar Róðrarfelag var fimtan sekund undan Fortunu úr Vestmanna, sum legði inn nakrar metrar, áðrenn skotið brast.

Úrslitið í dag ber við sær, at Riddarin úr Miðvági er stórfavorittur at vinna FM.

 

1 Riddarin 05.47.03

2 Gongurólvur 05.50.23

3 Fortuna 06.05.20

 

Støðan

1 Riddarin 14

2 Gongurólvur 12

3 Fortuna 10