Ridluskriði staðfestur í tveimum hagapørtum seinastu árini

? Fólk skulu lata vera við at eta heila og mønu á seyði, sigur landsdjóralæknin. Men ridluskriði er bara ein av sjúkunum, sum ein nýggj lóg skal hjálpa til at berja niður.

? Tað er ringt at siga, hvussu nógv er til av ridluskriða í Føroyum. Og fyrrenn vit vita tað, er ber ikki til at siga, hvussu vit kunnu berja sjúkuna niður.

Sigur Bjørn Harlou, landsdjóralækni.

Seinastu tíðina hevur tann herviliga seyðasjúkan, ridluskriði fingið ikki sørt av umrøðu.

Seinast í Sosialinum í gjár, tá ið Guttormur Djurhuus, verkfrøðingur í einum lesarabrævi vísur á, at nú kann mestsum við vissu siga at fólk kunnu fáa ólekiligu og ódeyðiligu Jacob- Creutzfeldt sjúkuna av at eta kjøt av neytum við neytaøði.

Hann vísir á, at ridluskriði hjá seyði líkist nógv neytaøði, og tí eru tað eisini vísindamenn, sum halda, tað er nógv, sum bendir á, at fólk eisini kunnu fáa Creutzfeldt-Jacobs-sjúkuna av et eta kjøt av seyði við ridluskriða.

Tí spyr hann landsdjóralæknan, hvat verður gjørt til at forða fyri, at ridluskriði breiðir seg um alt landið? og hann spyr eisini, hvat verður gjørt fyri at sleppa okkum av aftur við ridluskriðan?


Aftur staðfest í tveimum hagapørtum

Landsdjóralæknin sigur, at tað ber illa til at siga akkurát, hvussu nógv er til av ridluskriða í Føroyum.

Men hann vísir á, at í Føroyum eru 84 hagapartar avbyrgdir, tí seyðurin í teimum hevur verið í sambandi við seyð úr hagapørtum, sum ridluskriði hevur verið staðfestur í.

? Men higartil er ridluskrið bara staðfestur í fýra hagapørtum í Føroyum tilsamans.

Og í tveimum av hesum hagapørtunum er ridluskriðið staðfestur nýliga.


Smittar frá ær til lamb

Bjørn Harlou sigur, at ridluskriði er hvørki ein virus, ella ein bakteria. Og tað er heldur ikki ein snúltari.

?Ridluskriði er tað, vit nevna ein prionsjúka. ? Prionur eru skeivt faldaðar proteinur, sum gerast á kyknuhinnunum. Og tá tær verða skeivt faldaðar, farast tær ikki, men hópa seg ístaðin upp í kyknuni og so doyr kyknan.

Ridluskriði smittar mest frá ær til lamb tá ið ærin lembur.

? Men tá ið ær lembur, kann tað eisini henda, at aðrar ær eta eftirburðin og verða smittaðar á tann hátt.

? Vanliga ber seyður ikki smittuna sínamillum, tí sjúkan verður ikki borin ígjøgnum luftina, sum aðrar sjúkur.

? Men verður ein sjúkur seyður sleptur í eitt fylgi av seyði, sum er viðkvæmur fyri smittu, kann tað eisini smitta tann vegin.

? Men frá tí at eitt lamb, ella ein seyður, hevur fingið smittuna, ganga tað trý, fýra ár, til sjúkueyðkennini fara at vísa seg.

Og alla hesa tíðina er tað bara ein máti at ávísa sjúkuna. Og tað er við at drepa seyðin og at kanna heilan.

Men sjálvt við at kanna heilan kann sjúkan ikki staðfestast fyrrenn beint áðrenn hon brýtur út.

Tey vanligastu sjúkueykennini eru, at seyðurin klórar sær illa, hann vinglar og lyftir fram- ella afturbeinini høgt upp, tá ið hann gongur. Hann kann eisini missa ullina og yvirhøvur ber hann seg undarliga at.

? Verður ein sjúkur seyður klóraður hart eftir rygginum, hendir tað seg ofta, at spískar varrarnar og ger seg til at súgva.


Forboð fyri at flyta seyð

Landsdjóralæknin sigur tað, sum hevur verið gjørt fyri at forða fyri, at sjúkan breiðir seg, er, at forboð er sett fyri at flyta seyð ímillum oyggjarnar.

? Undantak verður bara givið til at flyta aliseyð ímillum oyggjarnar. Og tann, sum ætlar sær at flyta aliseyð ímillum oyggjarnar, skal søkja landsdjóralæknan um loyvi til tað.

?Vit geva bara loyvi til, at seyður verður fluttur ímillum oyggjarnar til aling, tá ið hann kemur úr einum hagaparti har ridluskriði ikki er staðfestur.

?Tað er ikki bannað at flyta seyð ímillum hagapartarnar í somu oyggj, men tó er tað ongantíð loyvt at flyta seyð úr einum hagaparti, sum er avbyrgdur.

? Annars er tað fullkomiliga bannað at flyta seyð ímillum oyggjarnar, eisini til at fletta.

Seyðurin skal flettast í oynni, har hann er lembdur.

Bjørn Harloy sigur, at einasta undantak er, at tað er loyvt at flyta seyð til sláturvirkið í Hósvík.

Annars er onki í vegin fyri at flyta kjøtið ímillum oyggjarnar.


Neytaøði stavar frá ridluskriða

Djóralæknin sigur, at eitt sum ger, at spurningin um ridluskriða skal takast í størsta álvara, er, at vit hava eisini eina aðra dýrasjúku, sum nevnist neytaøði.

Og nógvir serfrøðingar á økinum eru sannførdir um, at fólk, sum eta kjøt av neytum við neytaøði, kunnu fáa eitt ávíst slag av herviligu sjúkuna Jacob-Creutzfeldt.

Og ørskin til, at neytaøði og ridluskriði verða samantvinnað, er kanningar benda nevniliga á, at talan er um somu sjúku.

Tað er serliga í Onglandi, at neytaøði hevur gjørt um seg.

Og har halda vísindamenn, at upprunin til neytaøði, er, at teir broyttu mátan, sum teir gjørdu neytafóður úr kjøt og beinmjøli uppá.

Tá ið seyður og neyt doyggja, verða tey ikki burturbeind, men koyrd á støðir, har tey verða kókað og malin til kjøt og beinmjøl, sum síðani aftur verður brúkt í neytafóðuri. Og eyðvitað hevur seyður við ridluskriða eisini verið uppií.

Men áðrenn kjøt og beinmjølið kann brúkast til fóður, er tað neyðugt at skilja feittið úr.

? Og fyri nøkrum árum síðani, funnu tey uppá ein nýggjan máta at gera hetta uppá.

Men eftir tí nýggja mátanum, vóru prion-proteinini ikki oyðiløgd, so tey vórðu verandi óskalað í fóðrinum, sum neytini síðani fingu.

? Soleiðis fingu neytini smittuna.

Og frá neytunum hava so fólk fingið smittuna.

Bjørn Harloy sigur, at tað sostatt er alt sum bendir á, at neytaøði beinleiðis stavar frá ridluskriða hjá seyði.

? Men í hesum sambandi er tað áhugavert at staðfesta, at tað er eftir øllum at døma, ikki fyrrenn at proteinið er komið í neytini og er blivið til neytaøði, at sjúkan verður hættislig fyri fólk.

? Tí tað vísur seg nevniliga, at tað eru ikki fleiri tilburðir av Jacob- Creutzfeldt í londum, har nógvur ridluskriði er, enn tað er í londum, har hann ikki er staðfestur.

Men harumframt vísir tað seg, at tað eru bara fólk við heilt ávísum arvaeginleikum, sum fáa Creutzfeldt Jacobs, so tað eru ikki øll sum yvirhøvur fáa sjúkuna, verri enn so.

Landsdjóralæknin sigur, at við teirri vitan, vit nú hava, er tað sostatt alt sum bendir á, at vandin fyri at fáa Jacob Creutzfeldt av at eta seyð, er sera lítil.

Men hann leggur afturat, at hóast vandin er sera lítil, noyðast vit at taka ridluskriða í stórum álvara, tí betur er at vera fyrivarin.

Tí leggur hann stóran dent á, at hann mælir avgjørt frá at eta seyð, sum vísir tekin til, at hann hevur ridluskriða.

Somuleiðis mælir hann frá at eta heila og mønu á seyði.

? Er tað talan um fólk við teimum ávísu arvaeginleikum, sum skulu til, fyri at fáa Jacob-Creutzfeldt, so er tað óklókt at seta seg sjálvan vanda skoytir hann uppí.

Leggja taktikk fyri at berja sjúkuna niður

Bjørn Harlou sigur, at ymiskt kann gerast fyri at berja sjúkuna niður.

Vísir tað seg, at hon er bara í nøkrum heilt, avmarkaðum hagapørtum, kann tað vera ein loysn at taka allan seyðin av í teimum hagapørtunum og so lata hagan liggja eitt stutt áramál, kanska í trý til fimm ár, áðrenn seyður verður sleptur í hagan aftur

? Sjúkan livir í moldini í nøkur fá ár. Akkurát hvussu leingi, vita vit ikki, men talan er í øllum førum um eitt heilt stutt áramál.

Vísir tað seg hinvegin, at ridluskriði er í nógvum hagum, ber ikki til at taka allan seyðin av.

? Tá eru einasti ráðini at ala seg burturúr sjúkuni eftir eini heilt fastari aliskrá, og tað letur seg væl gera.


Nýggja lóg

Bjørn Harlou sigur, at í løtuni eru tey í ferð við at evna eina lóg til um smittandi sjúkur.

Eftir hesari lógini fer tað at bera til at fara undir miðvísar kanningar fyri at staðfesta, hvussu nógv veruliga er til m.a. av ridluskriða í Føroyum.

? Eitt nú skal avtala fáast í lag við djóralæknarnar um at vera við í ætlanini.

? Tá ið vit so hava staðfest tað, ber til at leggja eina ætlan fyri, hvussu ridluskriði, og aðrar sjúkur skulu berjast niður.

Hann vónar, at lógin kann verða liðugt skjótt, so at hon kann setast í verk.

Men hann vil nevna dagin og tíman fyri, nær lógin verður liðug. Tí tað hevur longu tikið longri tíð, enn mett var, at gera hana lidna, so hann torir onki at siga.