Seinastu seks árini hevur tað annars verið hondbóltsdómarafelagið, sum hevur skipað fyri veitsluni, men í ár fer veitslan aftur út til feløgini. Hesa ferð verður veitslan í Vestmanna, har Jóngerð Nielsen og Sámal Jákup Djurhuus vegna VÍF hava tikið sær ábyrgdini av at skipa fyri veitsluni. Nakað sum felagið eisini gjørdi í 2001.
Umframt at reypa um farna hondbóltsárið er hetta eisini løtan, har ársins spælarar í føroyskum hondbólti verða heiðraðir, og ikki færri enn 17 steyp skulu handast á veitsluni.
Jóngerð Nielsen sigur, at nú freistin fyri at tekna til luttøku er um at vera runnin, telur tilmeldingarlistin á leið 220 hondbóltsfólk, og hesi kunnu í øllum førum gleða seg eitt hondbóltskvøld, sum plagar at teljast millum tey heilt stuttligu.
Eftir borðhaldið verður dansur á skránni, og fyri hesum standa Jens Marni Hansen, Pauli Magnussen, James Olsen og Kim Hansen.