Floksformenninir fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin fóru fyri løtu síðani frá Gamla apoteki oman á Tinganes at heita á Aksel V. Johannesen um at leggja frá sær.
Floksformenninir hava sitið og fundast seinnapartin í dag, og sum Miðlahúsið skilir, eru teir tríggir flokkarnir komnir ásamt um at fara undir samgongusamráðingar, og tí heita teir nú á løgmann um at geva samráðingarrættin frá sær.
Sum Miðlahúsið skilir, er Sjálvstýri ikki partur av samráðingunum.
Uttan Sjálvstýri hava teir tríggir flokkarnir 17 tingfólk aftan fyri seg, og sostatt kann talast gerast um eina samgongu, ið hevur minst møguligan meiriluta.
Miðlahúsið fylgir málinum.