Rigga til Sjómannadag á vestursíðuni í Klaksvík

Tað verður riggað til allastaðir á vestursíðuni í Klaksvík, nú stóra brakið av Føroya Sjómannadegi stendur fyri durum.

 

Vit sníktu okkum inn til Fish & Chips sum Hanus Hansen, stjórin á Kósini stendur fyri saman við brøðrunum Gavin og Craig úr Onglandi, sum leggja lag á. Teir søgdu at alt virkaði, sum tað skal, og at tað vónandi fer at ganga skjótari at servera í ár, tí teir hava fingið størri og betri útgerð.

 

So fólk kunnu gleða seg til í morgin kl. 12.30, tá ið m.a. stjórin sjálvur á Kósin Seafood, Hanus Hansen stendur innanfyri diskin og serveraði fólkum Fish & Chips - toskaflak frá Gadus. Men kønar hendur frá Onglandi, Gavin og Craig eru eisini við saman við nógvum góðum kreftum, sum hava sína dagligu gongd á Kósini – teirra millum, Jógvan Hansen og Heini Ósá.

 

Alla vikuna hava verið framløgur av ymiskum slag sum partur av sjómannadagsskránni og í gjárkvøldið var so kjakfundur ella hólmgonga millum Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, og fyrrverandi landsstýrismannin, Jacob Vestergaard.

 

Í kvøld verður fiskikapping á Kósabrúnni kl. 18 og stóra vatnkríggið millum bátar og skip, verður kl. 19.

 

Leygardagin verður byrjað kl. 09.00, har Føroysku træseglskipini og timbur motor- og útróðrarbátar hittast á Pollinum og seta segl. Stóru útróðrarbátarnir og onnur før sigla aftaná.

 

Kl. 10.00 Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at bryggju innast í krókinum við langu-kaj. Jóhanna TG 326, Westward Ho, Dragin.

 

Útróðrarbátar úr Svínoy Í kjalarvørrunum av sluppunum, koma gomlu útróðrarbátarnir úr Svínoy rógvandi. Teir verða drignir upp á kajuna og standa til framsýning niðan fyri gomlu smiðjuna ”Ídni”.

 

Kl. 10.30 Stórt kaffiborð á bryggjuni við Sjómannabolla og wienarbreyð.