Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur svarað Grein-52 fyrispurningi hjá Bjørn Kalsø, løgtingsmanni, sum vildi vita, um Glasir er farið undir at bjóða út tøknibreyt lík henni á Tekniska skúla í Klaksvík.
Rigmor Dam svarar, at Glasir bjóðar ikki somu útbúgving Tekniski skúli í Klaksvík.
- Tað finnast 4 breytir á Glasi: Búskaparbreyt, fyrireikingarbreyt, hugbreyt og náttúrubreyt. Hugtakið útbúgvingarleið er ikki definerað í regluverkinum, men skúlar, sum teggja ávísar lærugreinar saman, nýta ofta orðið “leið” um tílíka samangreiping.
- Rektarin á Glasi hevur kunnað Mentamálaráðið um, at hann á náttúrubreytini bjóðar út tøkni A sum eyka vallærugrein aftur at teimum 4 kravdu A- stigunum á náttúrubreytini. Hetta kallar Glasir fyri tøknileið. Talan er ikki um tøknibreyt ella útbúgvingarleið, lík tøknibreytini í Tekniska Skúlanum í Klaksvík, men talan er um vanliga náttúrubreyt við einari eyka vallærugrein.
Landsstýriskvinnan sigur, at tveir flokkar (37 næmingar) eru tiknir inn til fyrsta árið á tøknibreytini í Klaksvík komandi skúlaár, og at 12 næmingar valdu náttúrubreytina við tøkni A á Glasi.
- Tí er eingin ábending um, at næmingagrundarlagið er skeiklað í skúlunum, sigur Rigmor Dam.