Rigmor spyr um bygnaðarbroytingar

Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, spyr nú Bjørn Kalsø landsstýrismann í mentamálum um fyrireikingarnar av bygnaðarbroytingum í Mentamálaráðnum, sum higartil hava kostað 634.000 kr., ella eini tvey ársverk.

Ætlandi svarar landsstýrismaðurin fyrispurninginum frá Rigmor Dam mikumorgunin 9. oktober, tá munnligir fyrispurningar eru á skánni í Løgtinginum.

Rigmor Dam spyr, hví Mentamálaráðið hevur brúkt 634.000 kr. higartil í ár til at kanna og fyrireika bygnaðarbroytingar innanhýsis í ráðnum, og hví eru bygnaðarbroytingarnar, sum ráðgevingarfyritøkan ”2improve” mælti til, ikki settar í verk enn?

Løgtingskvinnan vil hava at vita, um landsstýrismaðurin heldur, at peningurin í sambandi við bygnaðarbroytingarnar eru væl útgivnir.

- Hvørjir fyrimunir eru við nýggja bygnaðinum, og hvussu fer hann at lætta um hjá sperdu starvsfólkunum í ráðnum?

Eisini spyr hon, um landsstýrismaðurin mælir øðrum ráðum og stovnum innan tað almenna at fremja slíkar kanningar í sambandi við bygnaðarbroytingar.