Rihanna til Danmarkar

So eru tað góð tíðindi til øll, ið dáma Rihannu. Vælumtókta sangarinnan heldur nevniliga konsert fyri fyrstu ferð í Danmark. Konsertin verður í Ballerup Super Arena, mánadagin 10. marts ? altso innan tveir mánaðir.

Tann bert 19 ára gamla stjørnan frá Barbados hevur gjørt tað sera gott. Frá fyrstu fløguni í 2006 ?A Girl Like Me?? til næstu fløguna ? Good Girl Gone Bad?? í 2007, hevur tað gingið ógvuliga skjótt fyri vøkru sangarinnuna. Sangurin ?Umbrella?? var á 1. plássinum í Onglandi í 10 vikur, og tað er nýtt met í hesi øldini, skrivar Ekstra Blaðið.