Ríkisfelagsskapurin stendur framman fyri einum av sínum mest avgerandi løgtings- og fólkatingsvalum. Danmark hevur latið dyrnar upp fyri broytingum – og tað gevur Føroyum ein gyltan møguleika at styrkja sína støðu í felagsskapinum.
Tí er tað eisini ógvuliga álvarsamt, at arbeiðið við eini tjóðarsemju tók eina leið, har málið í veruleikanum gjørdist at loysa Føroyar úr felagsskapinum. Tað kann Sambandsflokkurin ikki góðtaka, og tóku vit okkum tí úr semjuni.
Føroyar hava brúk fyri støðufesti, samstarvi og realistiskum loysnum – ikki politiskum eksperimentum við óvissum avleiðingum.
Ríkisfelagsskapurin gevur Føroyum heilt ítøkiligar fyrimunir – fyrimunir, sum nú standa í veruligum vanda.
Vit tosa um:
- Lægri rentustøði, tí vit eru partur av einum sterkari búskaparligum felagsskapi við Danmark
- Breiðar og góðar útbúgvingarmøguleikar hjá føroyskum ungum
- Atgongd til serviðgerð á donskum sjúkrahúsum, tá tørvur er á tí
- Tryggleika á uttanríkispolitiska økinum
Hetta eru ikki smálutir – hetta eru grundarløg undir okkara vælferð og tryggleika.
Sambandsflokkurin er einasti flokkur, sum greitt og uttan iva sigur: Vit vilja varðveita og menna ríkisfelagsskapin.
Tí er veruleikin einfaldur:
Ein atkvøða fyri Sambandsflokkin er einasta trygga atkvøðan fyri ríkisfelagsskapin.
X við Árna Klein Olsen
X við Sambandsflokkin











