Tað var stórur fagnaður á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn í dag, har fólk tóku ímóti donsku hondbóltsspælarunum, sum í gjár gjørdust heimsmeistarar í hondbólti – fyri triðju ferð á rað.
Og kanska vit í Føroyum eiga eitt sindur í hesum stóra heiðri dana, tí ein av leikarunum á danska landsliðnum er føroyski hondbóltsspælarin Jóhan á Plógv, sum hevur sín hondbóltsuppvøkstur úr Kyndli í Havn.
Og við TV2 segði hann hann, at tað er allur ríkisfelagsskapurin sum hevur vunnið steypið.
Hann varð eisini spurdur, hvussu nógvar pannukøkur, hann hevði etið á Ráðhúsplássinum í dag.
– Onga, var hann skjótur at svara.
Hann hevði tosað við fólk og hugnað sær, men legði afturat, at um tvey ár ætlaði hann sær eisini at eta pannukøkur.
##med2##
##med3##