Ringar tíðir hava góða ávirkan

VINNUSTEVNA: Um onkur helt, at vinnulívið aftrar seg við at luttaka á eini føroyskari vinnustevnu í hesum fíggjarligu trongu tíðum, so fer viðkomandi skeivur. - Nei, tað er heldur hinvegin, sigur Rannvá Troest, sum er ein av samskiparunum av FAROEXPO. - Áhugin er nógv størri, enn vit høvdu roknað við.

Runavík: - Vit høvdu sett nøsina upp ímóti 60 luttakarum. Men vit verða faktisk 70 - 15 fleiri enn í fjør!

Tað er nógv at gera her á skrivstovuni hjá Virkisráðgeving í Saltangará. Nógv skjøl liggja á borðinum, telefonin ringir í heilum og tað merkist ein ávísur spenningur í hølunum.

Nú er av álvara farið at nærkast til stóru vinnustevnuna FAROEXPO, sum verður í komandi viku. Tey seinastu tingini skulu fáast uppá pláss, tí nógvir smálutir skapa ta stóru ráðstevnuna við teimum 70 luttakarunum.

Líkt er til, at tað arbeiðið sum hevur verið gjørt síðani 2005 er við at bera ávøkstur. Í dag er FAROEXPO ein vinnustevna sum spyrst bæði í Føroyum og í grannalondum okkara.

Í ár fara nevniliga 70 fyritøkur at taka lut. Av teimum eru tær 50 úr Føroyum, meðan 20 eru útlendskar.

- Tað vísir seg, at hóast kreppa er kring allan heimin, so ynskja fyritøkurnar at satsa, kanska ongatíð so nógv sum júst í dag.

- Hetta ger so aftur tað, at áhugin fyri vinnustevnuni er vorðin so stórur. Nú byrjar tað at líkjast tí, sum vit av fyrstu tíð ætlaðu við FAROEXPO, vísir Rannvá Troest á.


Stevna saman

Tað eru sjálvandi mong heiti ið ein kann geva eini so stórari og fjølbroyttari stevnu sum hesari. Eitt orð sum “ráðstevna” er helst ikki nøktandi. Heldur ikki orðini framsýning ella stevna.

Fyrireikararnir hava tí valt eitt heilt annað og betri orð, og sum á mangan hátt eisini dekkar innihaldið og endamálið. Orðið er: Vinnustevna.

Í ár verður henda vinnustevnan fyriskipað á sætta sinni. Og sigast kann, at undirtøkan fyri henni bara er vaksin ár undan ári.

Tað byrjaði við eini minni ráðstevnu á 2005, tá Eysturoyar Vinnulívsfelag, saman við Runavíkar kommunu, legði lunnar undir hetta tiltakið.


Somu fyritøkur

FAROEXPO byrjaði í smáum, men hevur í dag ment seg til almikið, til at vera eitt stórt og profesjonelt tiltak, - ja, eitt tiltak sum tær ymisku fyritøkurnar síggja fram til á hvørjum ári.

- Tað góða við hesum er, at tað ikki bert eru tær føroysku, men eisini tær útlendsku fyritøkurnar sum vilja luttaka á stevnuni í ár.

- Og tað sum ger tað uppaftur stuttligari er, at talan er í mongum førum um tær somu fyritøkurnar sum koma aftur og aftur, - bæði úr Føroyum og útlandinum, sigur Rannvá Troest.

Fyri fólkini handan Virkisráðgeving er í lítil ivi um, at tann einstaka fyritøkan veruliga fær nakað burtur úr við at koma á FAROEXPO á hvørjum ári.

- Og tað vóna vit sjálvandi eisini fer at henda aftur í ár.


Størri marknað

Uttan at fara ov nógv inn á, hvussu ein slík vinnustevna sum FAROEXPO virkar í praksis, kann ein staðfesta, at hon virkar eftir ætlan, og sum ein slík stevna skal.

Júst hvørji ítøkilig úrslit tær ymisku fyritøkurnar eru komnar til, skal ikki verða sagt frá her. Men tað eru kortini nøkur viðurskifti, sum hava verið teimum at gagni.

Millum úrslitini kunnu nevnast at tær hava merkt eitt økt virksemi og at kundaskarin eisini er øktur. Eitt annað úrslit er, at tær haraftrat hava fingið eitt breiðari netverk.

- Og so hava tær eisini fingið ein størri marknað og eina økta sølu við at luttaka á FAROEXPO, slær Rannvá fast. 





FAKTA


3:1

Stóra tiltakið í Runavík hevur so líðandi funnið sín fasta form, nú FAROEXPO og Mentanarvika standa á skránni.

Í komandi vikuna verða ikki færri enn trý stór tiltøk samstundis - bæði almenn og óalmenn.

Tey almennu tiltøkini eru øll tey mongu tiltøkini á Mentanarvikuni og tiltøkini í sambandi við Ráðstevnuna. Hinvegin er partenariat-stevnan bert fyri tær fyritøkurnar sum meldað seg til.

Eingin ivi man kortini vera um, at øll fáa okkurt at fara til í hava Runavík í komandi viku. 




Hugskot úr Stavanger

Hugskotið til FAROEXPO er komið úr stóru norsku oljumessuni, sum verður hildin annaðhvørt ár í norska oljuhøvuðsstaðnum Stavanger - Offshore Northern Seas (stytt: ONS) - sum varð hildin í august mánaði í ár.

Her hevur ein á ein serstakan hátt megnað at samantvinna vinnulív og mentan. Og tað er júst hetta, sum ein somuleiðis hevur megnað á serstakan hátt í Runavík seinastu seks árini.

FAROEXPO byrjaði í smáum í 2005, men hevur so líðandi, í góðum hondum hjá starvsfólkunum í Virkisráðgeving, ment seg til eina vinnustevnu sum spyrst.