Fyri kvinnur hevur tað nógv størri avleiðingar at fáa bank frá sjeikinum, enn at vera fyri øðrum harskapi, vísir ein nýggj kanning Kvinnur í aldrinum 16-24 ár, sum eru fyri harðskapi frá sjeikinum, fáa nógv oftari álvarsligar skaðar, enn aðrar kvinnur. Hetta vísir ein nýggj kanning frá Statens Institut for Folkesundhed. Hetta er bæði galdandi, tá samanborið verður við kvinnur, sum eru fyri øðrum harðskapi og kvinnur, sum ongantíð hava verið fyri harðskapi, sigur danska kringvarpið DR.
Kvinnurnar, sum verða bukaðar av sjeikinum, eru oftari keddar og deprimeraðar, hava oftari høvuðpínu, ilt í maganum og fáa ikki sovið. Eisini brúka tær munandi meira av sissandi heilivági, og tær royna oftari at taka seg sjálvar av døgum.
Fólkini handan kanningina hava onki greitt svar upp á, hví hetta er so. Men tey hava kortini gjørt sær nakrar tankar um orsøkirnar.
- Enn vita vit ikki fyri vist, hví harðskapur frá sjeikinum er verri enn annar harðskapur, sigur Nina Maria Schütt, sum hevur gjørt kanningina.
Men hon roknar við, at ein orsøk er tað persónliga sambandið millum partarnar í einum parlagi. Her vísir hon á, at tað er eitt sera álvarligt álitisbrot, tá hann, sum kvinnan elskar, brádliga fer yvir um mark og fremur harðskap. Men tað kann eisini vera, at tað er ein serlig typa av kvinnum, sum fáa sær ein harðligan sjeik, heldur hon.
- Tað kann vera, at gentur, sum finna sær ein harðligan sjeik, sum heild hava tað ringari enn aðrar. Ella er tað ein kombinatión, sigur Nina Maria Schütt, sum eisini vísir á, at bert ein fjórðingur av teimum kannaðu høvdu leitað sær hjálp frá vinum, familju ella myndugleikum.