- Ringt at halda tíðina

Teir síggjast ikki, men uttan teir høvdu ongar konsertir kunnað verið hildnar. Talan er um ljóðmenninar, ið syrgja fyri, at tónleikurin kemur so væl út sum yvirhøvur gjørligt.

 

- Okkara uppgáva er at fáa alt at koyra, sigur Kári Vitalis, ið sjálvurannar hevur grundlagt og rekur ljóðtøknisfyritøkuna Barka.

 

- Vit møta tveir tímar, áðrenn fyrsti bólkur fer á pall fyri at gera ljóðroyndir og vit fara ikki, fyrr enn síðsta konsert er liðug, sigur Bárður Solmunde, ið saman við Kára hevur ábyrgd av ljóðinum á spæliplássinum.

 

Kári og Bárður hava arbeitt hvør sær við at miksa ljóð í eini 8 ár. Fyri fýra árum síðan byrjaðu teir at arbeiða meira og meira saman.

 

- Samstarvið millum okkum báðar útviklaðist so til, at vit stovnaðu okkara egnu fyritøku fyri tveimum árum síðan, sum kallast Barka, sigur Bárður.

 

Avlýsingar og umrokeringar eru ein stór avbjóðing fyri ljóðmenn.

 

- Tað elvir ofta til seinkanir, og tað ger tað torført at halda tíðina, sum er okkara størsta avbjóðing, sigur Kári, sum samstundis sigur, at skráin í dag einans hevur verið seinkað 10 minuttir.

 

- Tað stuttligasta er hinvegin at møta útlendskum bólkum og síggja, hvussu teir gera. Ofta er støðið hjá teimum øgiliga høgt, og er hetta nakað, sum bara royna at læra frá, sigur Bárður.