Soltin dagur hjá føroyingunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Bæði Team Sydhavsøerne og Vendsyssel taptu

Hetta gjørdist ein soltin dagur hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum.

 

Pætur Mikkjalsson, Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne spældu dyst á útivølli móti oddaliðnum, Skive.

 

Skive vann dystin 27-24. Í steðginum vóru suðuroyggjamenn á odda 12-11.

 

Pætur skoraði tvey mál og Pauli skoraði eitt mál.

 

Team Sydhavsøerne er nummar fýra í deildini við 33 stigum. Suðuroyggjamenn hava trý stig upp til Kolding og Aarhus, ið hava 36 stig hvør. Skive er greitt oddalið við 41 stigum. 

 

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel taptu tepurt á útivølli 24-25 fyri Give. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.

 

Kjartan skoraði trý mál.

 

Vendsyssel er fjórðaftast í deildini við 15 stigum. Teir hava fýra stig niður til niðurflytingarstrikuna. Triðaftast er liðið hjá Janusi Dam Djurhuus, Jónasi G. Djurhuus og Leivi Mortensen, HC Keypmannahavn við 11 stigum. Vinnur HC keypmannahavn útidystin móti Kolding í morgin klokkan 14 vera tað bert tvey stig upp til Vendsyssel.