Danmark
Teri tríggir føroyingarnir í næst bestu donsku deildini vóru allir á tapandi liðnum um vikuskiftið.
Óli Johannesen og Hvidovre hittu á útivølli fyrrverandi felagið hjá Jan Allani Müller, AC Horsens, og úrslitið gjørdist her eitt tap upp á 2-0.
Tað var eisini úrslitið, tá liðið hjá Atla Gregersen, Randerse Freja, tók ímóti Køge, sum verður mett millum sterkastu liðini í deildini.
triði føroyingurin í deildini, Øssur Hansen, mátti eisini taka til takkar við einum tapi. Á útivølli mátti B93 lúta 3-1 fyri Frem, so alt í alt var dagurin einki serligur hjá føroyingunum í Danmark.