Í seinastu viku gjørdist greitt, at enska stórfelagið Manchester United skal hava nýggja klædna avtalu, tá avtalan við Nike gongur út, á sumri í 2015.
Í dag ljóðar at Manchester United í kvøld ger nýggja klædna avtalu við týska klædna risan, Adidas. Avtalan inniber at Manchester United fær góðar 650 milliónir krónur um árið frá týska klædna risanum.
Adidas hevur verið í harðari kapping við amerikanska felagið Warrior Sports, um at fáa klædna avtaluna við Manchester United.
Sostatt skal Manchester United á sumri í 2015 leika í klæðum frá Adidas. Teir hava seinastu 12 árini leikt í klæðum frá Nike, tí tann avtalan byrjaði á sumri í 2002.