Tað eru ikki færri enn 34 ymiskir veitarar hjá Bygma Balslev, sum eru komnir til Føroya til messuna at vísa føroyskum handverkarum tað nýggjasta innan handverk.
Ein slík messa var eisini fyri tveimum árum síðani, og tá vitjaðu fleiri enn 1.000 fólk messuna.
Messuøkið er heili 720 fermetrar til støddar, og nógv spildurnýggj amboð og nógv nýtt tilfar verður at síggja á framsýningarøkinum.
Messan letur upp nú klokkan 14, og hon er opin heilt fram til klokkan 20. Kl. 16 seinnapartin fer Jona Zachariassen, ið er fyrstaárs lærlingur á Havnar Træsmiðju, at vísa, hvørjir møguleikar eru í einum nýmótans yvirfresara.