Risa show í barnahædd

Lort í Býin er nakað so forkunnugt, sum eitt góðsku tiltak, ið vendir sær til børn. Showið er larmandi, stórsligið og mest av øllum festligt.

Lort í Býin showið, sum í hesum døgum verður framført i Norðurlandahúsinum, er bæði stórsligið, larmandi og mest av øllum festligt.

Barnablaðið Strok stendur aftanfyri showið, og málbólkurin er lesarar hjá blaðnum. Hetta er ikki mest forkelaði málbólkur, tá tað kemur til tiltøk, ið lukta eitt sindur av góðsku. Salurin í Norðurlandahúsinum er besti karmur í landinum til show av hesum slag, fyri ikki at siga einasti hóskandi karmurin. Tí var tað frískligt, at Norðurlandahúsið lat dyrnar upp fyri hesum tiltakinum.


Larmandi Meyla

Eins og á fyrra Lort í býnum tiltakinum er tað Meyla, ið er stjørnan og tann, sum alt showið melur í kring. Henda fullkomilig yvirgearaða, sjálvupptikna og fjolluta gentan við stjørnulótum, reyðum hári og larmandi framferð, kann virka sum eitt sindur ov nógv av tí góða. Sjálvt um eg var undirhildin hetta kvøldið í Norðurlandahúsinum, ger tað einki, um eg ikki skal vera í hennara selskapi aftur fyrr enn um eitt ár. Elin á Rógvi, sum spælir Meylu, er hvørki heimsins besti sjónleikari ella heimsins besta songkvinna, hetta kompenserar hon fyri, við at leika í og rópa hart, og sjálvt um tað lætt kann blíva strævið, so tyktiskt tað at rigga serliga upp á børnini. Faktiskt var tað nokkso stuttligt, at hon var so ógvislig í síni framferð. Tað er eisini okkurt so øgiliga sjarmerandi við, at ein kvinna, ið ikki syngur nógv betur enn vanlig fólk, leggur alla sína orku í, og fullkomiliga ósmæðin syngur av fullum hjarta. Tó var hennara rødd so hart frá, at tað gjørdist eitt sindur for ágangandi við hasum skrálarínum.


Gloymdu Knøtt

Hin helvtin av duoini Meylu og Knøtti, Knøttur, hevði eftir øllum at døma givið Meylu krakk, men saman við øðrum vinum, sum poppstjørnuni S’marna, klovninum JoJo, geniala Dia Regin, einum ótali av dansarum og forelskaða klassafelagnum Jógvani Líggjasi, vísti Meyla, at lítil og eingin saknur var í Knøtti.

Serliga var tað Jákup Weyhe, ið leiklutinum, sum Dia Regin, sum skaraði framúr. Við síni sjálvbygdu gandamaskinu Dia-poddinum, ið kundi bæði líkt og ólíkt, var Dia Regin hæddarpunktið í showinum. Tað er ivasamt, um Jákup Weyhe kann fara á pall, uttan at vera stuttligur, og henda framførslan var einki undantak. Tvøri og beistaktigi uppfinnarin var so øgiliga stuttligur.


Elskiligur og bláoygdur

Jóannes Lamhauge, ið millum annað er kendur úr sangleikinum um Jósef og tað ótrúliga litfagra dreymakotið, spældi leiklutin Jógvan Líggjas, sum er klassafelagið hjá Meylu, og Jóannes kom væl frá hesum leikluti. Eins og og Elin á Rógvu yvirspældi Jóannes Lamhauge rættiliga ógvisliga, men hetta riggaði, og á onkran hátt vann hesin fitti, bláoygdi og elskiligi karakterurin mítt hjarta.


Okkurt fyri ung og gomul

Umframt málbólkin, ið er Strok lesarar, vóru yngri børn og foreldur væl umboðaði í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið, tá eg var til showið. Hetta høvdu leikstjóri og tey, ið stóðu fyri showinum hugsað um, og vóru fleiri ting skrivaði inn í leikritið, fyri at undirhalda hesar áskoðarar. Fyri tey yngstu var tað fyrst og fremst klovnurin Jo Jo, sum var eitt festligt innslag, meðan referansur til Clinton vitjanina, og luttøkan hjá Jens Marna, ið sjálvironiska leiklutinum, sum poppstjørnan S’marni, var stuttlig fyri okkum eldru áskoðarar. Umframt at levera eina songrødd, sum var klassar betur enn flest allar hinar, so var Jens Marni heilt stuttligur á ein eitt sindur undirfundigan hátt. Pláss var eisini í skránni, til at hann slapp at útfolda seg í strømmum kovboybuksum við Kjølar klassikaranum »Misery«, sjálvt um hetta á onkran hátt tyktist, sum ein ífylla at leingja um skránna, so var hetta rættiliga beinrakið. Stórur prosentpartur av foreldrunum minnast tíðina, tá Kjølar vóru hot, og munnu hava verið í bæði einum og tveimum dansum, har Jens Marni hevur sungið henda sang.


Lættur poppur

Tónleikurin var eitt slag av løttum tyggigummi poppi, og vit sluppu m.a. eisini at uppliva tey løgini, ið vit kenna frá Meylu og Knøtti. Løgini eru av rættiliga ymiskari góðsku, men eru sum so heilt ok. Sett í henda samanhangin við risastórum showi og peppaðum dansarunum riggaði tað.

Hóast tónleikurin var upptikin frammanundan, so sungu Meyla, S´marni, Jógvan Líggjas og Dia Regin live, og tað var gleðiligt at síggja, at tey ikki valdu playback loysnina.

Samanumtikið var showið gott, og einasta ordiliga óhepni parturin av tiltakinum var endin, tá ballónir, við Burger King frámerki duttu úr loftinum, at lýsingar fyri tílíkt skal sleppa inn í hetta showið, ið millum annað verður stuðlað av Tórshavnar kommunu, kann tykjast óheppið, men hetta er eftir hondini sovorðið, ið man ikki sleppur undan. Men hetta var ikki keðiligasti parturin. Salurin í Norðurlandahúsinum er so skipaður, at ballónir ikki duttu niður á aftastu røðini av stólum, og tí vóru tað børn, ið onga ballón fingu, meðan onnur fingu fleiri. Tosaði við eina mammu, ið segði, at showið hevði verið eitt hitt fyri hennara son, heilt til endan, tá hann onga ballón fekk.