Dagfinn Olsen
Jens Pauli Heinesen, rithøvundur, fær mánadagin handaða heiðursgávu frá landstýrirmanninum í mentamálum, Signar á Brúnni.
- Eg eri ómetaliga fegin og takksamur. Var eg ikki tað, hevði eg verið sera ótakksamur persónur, sigur Jens Pauli, ið eisini tekur hetta sum eitt herðaklapp.
- Nógv er hent seinastu 20 - 30 árini til frama fyri bókmentir í Føroyum.Tað er so fantastiska nógv betri statt í dag, enn tá eg var ungur í fimtiárunum. Tá var næstan einki, men Tummas Napoleon Djurhuus, Ólavur Michelsen og eg og aðrir, vit droymdu um, at okkurt skuldi henda, men at tað skuldi gerast so gott, sum tað nú er, droymdu vit ikki um. Vit roknaðu við, at ein skaldsøga kom av og á og okkurt yrkingasavn, men nú blómar. Ikki bert innan bókmentir, men eisini innan málningalist og tónleik, sigur Jens Pauli Heinesen, ið hevur verið høvundur burturav seinastu 28 árini.
Alt blómar, men sjálvur hevur Jens Pauli ikki hugsað stórvegis um, hví so er, men skal hann geva eitt boð, so ivast hann ikki.
- Kanska eru føroyingar við at vakna sum fólk og siga sum so, at hetta gongur ikki. Hetta er nakað, vit mugu klára sjálvi, heldur Jens Pauli.
Í grundgevingini fyri at geva Jens Paula mentanarvirðisløn verður sagt, at hann hevur endurnýggjað føroysku skaldsøguna við bókini Frænur eitur ormurin.
- Hatta havi eg ikki hoyrt nakran sagt, men tað passar! Bókin kom út í 1973, so hon er skrivað nakað væl áðrenn, sigur Jens Pauli, ið sjálvur heldur nógv av bókini og metir hana endurnýggjandi og aktuella.
Hóast mentanarpolitikkurin er broyttur og mentur, so er ført fram at bókmentirnar hava ligið á láni. Er tað so?
- Jú, men tað kemur av, at tað tekur tíð. At yrkja eina yrking tekur ikki so langa tíð. Ein kann spáka ígjøgnum Havnina og yrkja eina yrking. Ein kann ikki spáka ígjøgnum Havnina og skriva eina skaldsøgu. Tað tekur tíð, ofta fleiri ár.Tað er eisini ein av orsøkunum til, at ikki so nógv varð skrivað fyrr. Fólk høvdu ikki ráð, men máttu arbeiða og vinna pening. Soleiðis sæð er betri nú, heldur Jens Pauli Heinesen.
At sjónleikaskriving er steðgað upp er Jens Pauli samdur í, men bert í ávísan mun, tí hann hevur latið inn sjónleik, men hevur einki hoyrt aftur.
- Orsøkin var júst, at samvitskan var so ring, tí prát var um, at eingin skrivaði sjónleikir, men eg havi so einki hoyrt og ikki eingang fingið tøkk aftur fyri, sigur Jens Pauli, sum tó ikki er firtin, tí tað skal eitt sindur meira til.
Fegnast um tjóðpall
Jens Pauli er millum teirra, ið fegnast um, at ætlanir nú eru um tjóðpall.
- Tað er júst tað, ið vit eiga at stevna fram ímóti. Íslendingar eru frammaliga, hava tjóðleikhús, hópin av leikarum og bussar, ið koyra landið runt við sjónleikum. Teir skuldu ikki havt betri ráð enn vit, heldur Jens Pauli.
Men føroyingar hava skrivað og vit hava fingið bókmentir, hóast arbeiðið ikki hevur verið lønt, men er gjørt í frítíðini. Er tað ikki løgið?
- Tann sum skrivar á føroyskum hugsar, og hevur hugsað, um føroyska mentan, sigur Jens Pauli, ið annars ikki leggur stórvegis í orðið ?mentan?.
- Mentan er alt. At fara á seiðaberg er eisini mentan, sigur Jens Pauli.
- Orsøkin til, at vit hava bókmentir er, at eingin hevur hugsað um at fáa løn afturfyri. Tað er gjørt av áhuga. Í mínum barnaárum í Sandavági spældu tey sjónleik á hvørjum ári. Tey innrættaðu gomul neyst, koyrdu sekkir upp fyri vindeyguni og so spældu tey av hjartans lyst. Ikki fyri løn, men av áhuga. Tá var so lítið, einki sjónvarp, bert tað tey gjørdu sjálvi, minnist Jens Pauli.
Sum gudar
Hvat fær ein mann til at taka stigið fult út og gerast rithøvundur burturav?- Tað veit eg ikki. Eg havi skrivað, síðani eg var eini 7 -8 ára gamal. Ein av orsøkunum var, at eg var so hugtikin av Hans Andreas Djurhuus og Heðin Brú. Eg hugsaði, at eg skal vera upp á sama máta sum teir, tí eg uppfataði teir sum gudar. Smábørn hugsa sítt, men sum ein veksur til, so veit ein, at ein gudur verður ein ongantíð. Tann sum ætlar tað, hann tapur, sigur Jens Pauli Heinesen, sum í sínum skaldskapi í stóran mun hevur tikið støði í sær sjálvum.
- Eg haldi, at eg havi upplivað eina ógvuliga áhugaverda og forvitnisliga tíð. Eg vaks upp í tríatiárunum, ein sera fátækslig tíð, har børnini fóru svong til songar, full í lúsum. Slíkt kennir eingin til í dag. Einki heitt vatn var í krananum. So kom kríggið og nógv broyttist, tí pengar komu til landið. Fólk fingu WC. Áðrenn høvdu tey bukku og eg minnist at eg mátti bera hana oman til ánna einaferð um vikuna fyri mammu. Eg haldi ikki, at nakar hugsaði um, at tað var so ræðuligt, tí øll høvdu tað líka, metir Jens Pauli.
- Mær dámdi so stak væl kropsligt arbeiði. Tað tey kanska ikki um meg. Og so siti eg bara og skrivi, smálær Jens Pauli, ið minist dagarnar í torvi, á fjalli og í grind. Hann var heilt burturi í grindadrápi, men seinni hevur hann ikki hildið so nógv av grndadrápi, hetta at stinga hvalváknið í teir vøkru hvalirnar, tað vil hann ikki síggja longur.
Hvassi pennurin
- Ein skal ikki alla tíðina liggja framvið, tí so er ein ikki áhugaverdur, sigur Jens Pauli, sum av og á er frammi í blaðkjaki við hvøssum penni, fyri síðani at hvørva aftur.
- Men hatta er helst mín nátúr, hetta at gera ein ordiligan vørr viðhvørt, men mær dámar heldur ikki at síggja meg sjálvan alla tíðina og tað tíma fólk heldur ikki, tey missa áhugan, sigur Jens Pauli, ið eisini heldur at fólk troyttast av at síggja annars vakrarpolitikarar í bløðunum dagliga.
Jens Pauli metir, at uppgáva høvundans er at siga tað bart út. Hann skal ikki verða populerur og snobba fyri fólki. Uppgáva høvundans er at siga sína meining, og so skal hon sjálvandi hava nakað upp á seg, metir Jens Pauli, ið ofta fær hjartans tøkk frá fólki, ið t.d. hava lisið blaðgreinar.
Tað er eisini eitt slag av løn, tí løn er ikki bara pengar, sigur Jens Pauli, ið tó eisini hittir fólk, eru í øðini.
- Eg havi upplivað, at fólk hava skrætt greinar sundur í øði, men tað gerst ikki við og tað má ein høvundur ikki hugsa um. Kanka er tað gott, sigur Jens Pauli.
Eingin reagerar
Jens Pauli er bersøgin í sínari skriving og ymiskt er, hvussu fólk hava tikið ímóti.
- Eg má siga, at sum heild er so lítil reaktión, at tað er at kalla eingin. Eg havi ongantíð verið útfyri, at nakar hevur viljað sligið meg niður. Kanska hevur eingin lisið meg. Men tey, sum lesa, tey halda við mær. Eru fólk sekterisk ella religiøs, so lesa tey ikki meg, sigur Jens Pauli, ið tó ikki metir seg hava skrivað nakað, ið Várharra ikki kann skriva undir uppá.
Rembingar í FøroyumÍ Føroyum eru rembingar á mongum økjum og fullveldismálið er nógv frammi.
- Eg meti , at Høgni Hoydal er ein tann sakligasti politikarin, ið hevur verið í Føroyum. At sambandsmenn og javnaðarmenn øsa seg, tað skilji eg ikki, tí hann sigur ikki nakað, ið er so ræðuligt. Sjálvur havi eg altíð verið fyri, at vit skulu klára okkum sjálvi, tí danir halda hánt um okkum. Tað veit eg. Eg var niðri í fimm á ár og eg gjørdist firtin, tá teir søgdu við meg; Ná, færinger, en af dem við betaler for?. Men eg hevði onga orsøk at gerast firtin, tí tað passar. Og tað passar ongantíð betri enn í dag. Vit fáa yvir eina milliard bara fyri at vera til. Hetta kann ikki vera rætt og fólk missir trúgv uppá tað at vera til og tey gerast býtt, og hetta er ein veraldarskomm, heldur Jens Pauli.
- Vit skulu sjálv gjalda okkara land, loysing ella ikki. Vit skulu ikki hava danska hjálp. Vit eru 45.000 fólk í hesum veldiga partinum av verðini. Um vit ikki kunnu klára tað, hvør kann so, sigur Jens Paul og vísir á moralin í hesum.
- Vit verða demoraliseraði, men tað skrivaðu Jørgen Frantz Jacobsen og William Heinesen longu í 30?unum og í fimtiárunum skrivaði Socaldemokraten, at føroyingar elska ikki Danmark, ikki okkara tónleik og mentan, men okkara pengapung, sigur Jens Pauli og tekur saman um, at føroyingar eru hóast alt kanska ikki klárir til loysing.
- Tá er at standa saman um loysingina, tí tá nyttar einki at angra,tí so er stórt tap í hendi, veraldarskomm, heldur Jens Pauli, ið eisini metir, at eftir loysing er neyðugt við nýggjum politiskum flokkum.
- Sjálvstýrisfólk eru betri við Danmark, enn sambandsfólk, við danska mentan, tí sambandsfólk eru líkaglað og vilja bert hava pengarnar, tí annars fara vit í hundarnar siga tey, metir Jens Pauli, sum heldur, at hetta er lygn, tí høvdu vit klárað okkum sjálvi so hevði alt blómað.
- Um kanska hevði verið ringt í byrjanini, so gerst ikki við. Føroyingar hava verið ígjøgnum ringar tíðir so oftani. Eg veit ikki um føroyingar eru ov kventrasligir nú, men forkelaðir er hóskandi orð, heldur Jens Pauli.
Rekamaðurin
Jens Pauli Heinesen heur verið virkin høvundur og verið víða í skaldskaparsløgunum. Sjálvrannsakandi og ævisøgukendar søgur, skemtilgar søgur og yrkingar og onkur barnabók.
- Øll kunnu lesa tað, eg havi skrivað. Eg havi skrivað so nógv og innan so nógv sløg, at eg havi skrivað lættlesiligar bøkur og nakrar tyngri. Men eg haldi eg havi ein einfaldan stíl og soleiðis dámar mær tað eisini best sjálvur, sigur Jens Pauli, ið eisini sjálvur metir seg spenna víða og ikki heilt skilir, at hann ber orð fyri at vera tungur at lesa.
- Ein eigur ikki at vera hin sami alla tíðina, men royna ymisk sløg, sigur Jens Pauli, ið kann flenna sjálvur, nú tá søgan Rekamaðurin verður lisin í Útvarpinum.
- Eg havi verið rekamaður sjálvur. Vit leitaðu øll eftir reka undir krígnum, tí so lítið var at brenna og menn vóru villir, tí skuldi ein hjallur byggjast, so mátti leitast eftir reka, sigur Jens Pauli.
Men hvør er høvundurin, ið verður heiðraður við heiðursgávu mánadagin. Hvønn skrivar tú til?
- Hasum kann eg svara heilt stutt. Eg skrivi til tann, ið tímir at lesa meg. Eg kann ikki siga við nakran, at tú skalt lesa meg, tað nyttar ikki, smílist Jens Pauli.
- Sjálvandi vónar ein, at tað ein skrivar verður lisið meðan ein er á lívi. Tá eg eri deyður kann tað gera tað sama fyri meg.
Hvar liggur so drívmegin aftanfyri hetta at skriva. Er tað fyri at reisa ein varða?
- Spyr tann 8 ára gamla dreingin, ið byrjaði at skriva, sigur Jens Pauli, og minnir á smádreingin í Sandavági, ið vildi verða líka góður sum Hans Andreas Djurhuus og Heðin Brú.
- Eg haldi tað hevur ligið aftanfyri. Kanska at gerast betri enntá. Ein eigur altíð at gera sítt ítasta og hava mál. Meira kann ein ikki gera, sigur Jens Pauli, ið ikki vil út við, hvat er í stoypiskálini.
- Eg havi ongantíð prátað við nakran um tað eg skrivi. Ikki eingang konan fær nakað at vita, fyrr enn bókin er komin út, sigur Jens Pauli, sum tó viðgongur, at her sigur hann ikki heilt satt, tí fyrstu skaldsøguna las Karsten Hoydal ígjøgnum og Jens Pauli tók við hansara ráðum og tað angrar hann ikki.
- Síðani er eingin sloppin at síggja og tí eri eg eisini varin og royni at skriva so væl, sum gjørligt. Um tað so er gott, tað veit ein sjálvandi ikki, sigur Jens Pauli lítillátin, tí hann er týddur til svenskt, norskt og íslendskt og við góðum ummælum.
Tað er bókin um rekamannin, ið er týdd, men um orsøkina til, at danir ikki vilja hava hana sigur Jens Pauli, at ein ikki kann krevja av teimum, at teir skilja ein rekamann.
Skuld
- Sum høvundur havi eg ongantíð vunnið nakað av peningi. Bert tjent mær til skuld. Øll treingja til eitt herðaklapp og soleiðis meti eg heiðurgávuna. Nú slappi eg av og havi tí til tess. Eg havi fingið eitt andarhald peningaliga, sigur Jens Pauli, ið tó fegnast um at eittnú ÚF er farið at gjalda rímuligar pengar.
- Fyrr vann ein lítið og einki sum skrivandi maður. Støðan er betri í dag. Fyrr var tað so, at slapp ein undan við hampuligari skuld, so skuldi ein vera væl nøgdur, sigur Jens Pauli, sum tó ikki vil knarra, tí sum føroyskur høvundur hevur tað ongantíð ligið honum frammaliga at gerast ríkur av at skriva.
- Hvussu hava Martin Joensen og Heðin Brú ikki havt tað, hava havt arbeiði og hava skrivað umframt. Tað royndi eg eisini. Eg var lærari leingi, men eg kundi ikki bæði. Gjørdist deyðssjúkur. At vera lærari í føroyskum, enskum og týskum og hava nógvar bøkur at rætta og so skriva umframt, nei, tað gekk ikki, sigur Jens Pauli.
Tað er ein fegin høvundur, ið hevur fingið eitt andarhald, ein høvundur, ið hevur roynt at skriva einfalt mál og verið virkin í Bókadeild Føroya Lærarafelags. Tískil ein høvundur, sum fegin staðfestir, at børn í dag fegin lesa føroyskar bókmentir og ikki longur siga, at betri er við donkum bókum.
Mánadagin verður rithøvundurin Jens Pauli Heinesen heiðraður í Norðurlandahúsinum. Rithøvundurin og rekamaðurin. Maðurin, sum í dag ikki dugur at seta orð á, hvussu hann tordi at blaka frá sær fyri 28 árum síðani og leypa á bláman og vaða út í óvissuna sum føroyskur rithøvundur.