Í ár eru 150 ár liðin, síðan fyrstu niðursetuhjúnini, Per og Nicolina Højgaard, settu búgv í Rituvík. Henda stórhending verður fagnað við fleiri tiltøkum í heyst og komandi vár.
- Fyrsta tiltakið er eitt hátíðarhald fyri allar íbúgvar í Rituvík leygardagin 9. september klokkan 18.
Tað siga tey í Runavíkar kommunu í dag. Her verður lagt aftrat, at sum eina hóskandi upptakt til hátíðarhaldið verður heimildarfilmurin 'Mýrarnar tala' endursýndur í Løkshøll klokkan 15.
- Filmurin førir okkum aftur á slóðina í Rituvík og til farvegin av teimum gomlu torvheiðunum í Rituvík. Vit hitta nøkur av fólkunum, sum upplivdu ta gomlu tíðina, áðrenn nýggja tíðin við elektriskum streymi og olju troðkaði torvið av.
Tað eru Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen, sum hava lagt filmin til rættis. Eftir filmin verður kaffi og okkurt afturvið í kantinuni.
- Eisini er møguleiki at melda seg til ein busstúr frá Løkshøll, framvið Toftavatni og til torvlutirnar í Rituvík, sum eru partar av filminum. Tað verður Dánjal Petur Højgaard, ið kemur at greiða frá um torvskurð á túrinum.
Á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu siga tey í dag, at innbjóðingar til hátíðarhaldið hin 9. september nú eru bornar øllum húskjum í Rituvík, og freistin at melda seg til er hin 4. september.
- Um so er, at onnur við ættarbondum til Rituvíkar, sum eru búsitandi aðrastaðni, ynskja at luttaka, ber til at seta seg á ein lista við at senda ein teldupost til rituvik150(at)runavik.fo - og skriva navn/nøvn og bústað í seinasta lagi 4. september.
Hátíðarhaldið hevur fingið egið búmerki, sum Sjúrður Højgaard, grafiskur sniðgevi í Kodio, hevur gjørt. Seinni í ár verður konsert í kirkjuni, bókaframløga og fagnaðarguðstænasta, og meira verður at frætta um hesi tiltøkini í næstum.
Meira um hátíðarhaldið kann lesast á www.runavík.fo, og til ber eisini at halda seg dagførdan á serstøku vangamyndini á Facebook: Rituvík 150 ár.