Nú mánakvøldið 23. juni kl. 19.30 verður onnur írlandskonsertin hjá Vestmanna Sangkóri. Hendan verður í auluni í Vestmanna skúla. Hetta er seinasti táttur í fyrireikingunum til kórferðina til Írlands, har Vestmanna Sangkór skal luttaka í Killarney Summerfestival við kórsangi og føroyskum dansi. Tvær framførslur verða í Killarney, og tvær í grannabýunum Anascaul og Kenmare. Eisini verður ein framførsla á heimleiðini í teirri gitnu St. Annes?s Church of Ireland í Dublin.
Gamalt og nýtt, romantiskt og okkurt útlendskt
Skráin fyri konsertina í Vestmanna verður eini 12 av teimum 17 kórverkunum, sum farið verður við til Írlands at umboða føroyskan kórtónleik, og tað snýr seg bæði um gomul føroysk sálmaløg í nýggjari sniði, føroyskan romantiskan kórtónleik og fosturlands-sangir, nýggjari føroyskan kórtónleik umframt okkurt útlendskt á latíni.
Fara at takka fíggjarligu stuðlunum
Til konsertina í Vestmanna hevur Vestmanna Sangkór eisini bjóðað øllum teimum, sum hava stuðlað kórferðini fíggjarliga. Slík ferð er kostnaðarmikil og gerst ikki uttan munandi stuðul, sum kórið eisini hesaferð hevur fingið frá grunnum, stovnum og privatum feløgum.
Hava prentað vakra konsertskrá
Til írlandsferðina er prentað ein serstøk skrá - sera vøkur - á enskum sjálvsagt, sum greiðir frá, hvagani vit koma, um bygdina, um kórið og leiðaran, um føroyskan kórtónleik, um føroyska dansin, og - sjálvsagt - eisini um hvat vit ætla okkum at syngja. Vit fara at brúka hesa skránna fyrstu ferð á konsertini í Vestmanna, har øll eru hjartaliga vælkomin.