Úrlatin í Lettlandi

Rás2: Tað skal ikki henda aftur, sigur Atli Gregersen

Liðskiparin á føroyska landsliðnum er til reiðar og trýr upp á, at vit kunnu spæla upp við Lettland. Hann hevur tó eina ávaring við í bagaguni frá í summar, tá Víkingur kom í stórar trupulleikar av lettiska Ventspils í Evropa League.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna

 

- Slaka vit bara eitt lítið vet, so tapa vit greitt. Tað royndi eg so seint sum í summar, tá vit blivu úrlatnir móti Ventspils. Tað skal ikki henda aftur, sigur Atli Gregersen við Rás2.

 

Liðsskiparin kallar dystin fyri ”tricky”, tí talan er um dyst, har vónirnar til føroyska liðið er nakað størri enn vanligt.

 

- Vit føla, at kunnu spæla upp móti teimum flestu londunum. Tá vit spæla móti teimum heilt stóru eru allir fult klárar, men vit mugu ikki fella í grøvina, har tað slett ikki gongur, tá vit spæla móti smærri tjóðum. So vit skulu hugsa um okkara part, sigur Atli Gregersen.

 

Miðverjin úr Gøtu vónar, at føroyska liðið klára at halda fram við góða spælinum, sum teir vístiu móti Ungarn, men vísir eisini á, at tað er upp til spælararnar at fara eftir góða úrslitinum. Ella sum hann málber seg_

 

- Tú hevur bara dagin í dag einaferð. So tú mást tú at taka tað tú vilt hava, tí dagurin kemur ikki aftur, sigur liðskiparin á føroyska landsliðnum, Atli Gregersen.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum. Upptakt til A-landsdystin byrjar klokkan 18. Rás2 byrjar at senda longu klokkan 15 og sigur beinleiðis frá U21 landsdystinum á Toftum móti Eysturríki.

 

Føroyar:

Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, René S. Joensen – Jóan Símun Edmundsson.