Árlig jólakonsert í Christianskirkjuni

Árliga jólakonsertin í Christianskirkjuni verður nú sunnukvøldið hin 18. desember klokkan 20. Hetta er konsert nummar 46 í røðini, síðani Klaksvíkar Hornorkestur í 1965 byrjaði at hava jólakonsert í Christianskirkjuni.

Nógvir bólkar, sangkór og einstaklingar hava gjøgnum árini sett dám á hesar konsertir. Hesaferð luttekur Betesdakórið fyri fyrstu ferð á jólakonsertini. Hetta er eisini fyrstu ferð, at Betesdakórið, ið er elsta og óivað eitt av bestu kórum í landinum, syngur í Christianskirkjuni.

Tað eru Árni Jacobsen og Torkil Mørkøre, ið eru leiðarar hjá Betesdakórinum.

Hin konsertluttakarin er Klaksvíkar Hornorkestur við Ova Olsen og Andrasi Sólstein á odda. Kór og orkestur framføra tvey verk saman, og sum vanligt er eisini felagssangur og andakt á skránni.

Magnus Brahé Jørgensen, prestur, hevur andaktina.

Konsertin, sum altíð er væl vitjað, verður altso sunnukvøldið hin 18. desember og byrjar klokkan 20.