Árliga sjónleikarastevnan verður í Klaksvík

Í vikuskiftinum 4.-6. november 2005 skipar MáF - Meginfelag áhugaleikara Føroya - saman við Klaksvíkar Sjónleikarafelag fyri árligu sjónleikarastevnuni, sum í ár verður í Klaksvík

Endamálið við stevnuni er at savna sjónleikarafólk úr øllum landinum saman at umrøða sjónleik, arbeiða við sjónleiki, hugna sær saman, og hæddarpunktið er ein megnar veitsla.
Í ár verður ljóskastarin settur á færoysku kvæðini.
Ber til at flyta dramatisku søgurnar í kvæðunum úr dansistovuni og upp á pallin?
Árni Dahl fer út frá Sjúrðarkvæðunum at leiða luttakararnar inn í kvæðaheimin, og Eyð Matras, Mikkjal Helmsdal og Birita Mohr fara síðani saman við luttakarunum at skapa sjónleik burtur úr spennandi søgunum í Sjúrðarkvæðunum.
Alt tiltakið verður í skótahúsinum, har møguleikarnir eru góðir at arbeiða, eta og sova og fara upp á gólv, um onkur far hug til tað.
Sjónleikarastevnan er fyri ung sum eldri, roynd sum minni roynd, og væntar MáF góða luttøku úr øllum landinum, siga tey úr MáF. Meira fæst annars at vita á telefon 315624.