Árliga Várkappingin í Runavík

Komandi leygardag skipar Roysnið fyri sonevndu Várkappingini, sum verður runnin í Runavík

Renning
Tíðindaskriv
 Leygardagin 29. mars kl. 14.00 skipar Roysnið fyri næstu rennikappingini í ár, Várkappingini í Runavík.
            Hendan kappingin hevur verið fastur táttur av kappingarskránni fyri frælsan ítrótt seinastu árini. Luttøkan hevur ikki altíð verið so stór, men tey, ið hava runnið, hava vanliga fingið eina góða tíð á einari slættari og skjótari 10 km rutu.
            Eins og undanfarin ár verður byrjað omanfyri Miklagarð. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á keiina. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt verður úteftir aftur. Henda leið skal rennast góðar 9 ferðir. Seinastu ferð koma rennararnir á mál við Sjómansheimið.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Luttøkutreytir
Luttaka í kappingini kunnu kvinnur og menn, ið eru fødd í 1988 ella fyrr. Kappast verður á 10 km hjá monnum og kvinnum. Eisini er ein bólkur fyri veteranar, t.v.s. tey, ið eru fødd í 1957 ella fyrr.
Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna hjá Sersambandinum fyri frælsan ítrótt, FÍF, www.athletics.fo <www.athletics.fo> . Eisini ber til at melda til sjálvan kappingardagin millum kl. 13.00 og 13.45 við Runavíkar Sjómansheim.
Startnummarið verður avheinta við Runavíkar Sjómansheim kappingardagin millum kl. 13.00 og 13.45. Luttøkugjaldið er kr. 30,- fyri hvønn.Heiðursmerki verða latin fremstu rennarunum í ymsu bólkunum.