Árni Skaale er ársins íverkseti

Árni Skaale er ársins íverkseti.

 

Árni Skaale er stjóri í fyritøkuni LookNorth í Klaksvík.

 

Í grundgevingini stendur millum annað, at Árni Skaale hevur gjørt nógv fyri at bróta upp úr nýggjum og verða viðvirkandi til at menna eitt fjølbroytt vinnulív.

 

Tað var sagt, at hann brennir fyri nýhúgsan innan sítt virki og millum annað hevur felagið sett sær fyri at framleiða fýra nýggjar vørur um árið.