Upp aftur á hestin. Tað var boðskapurin undan dystinum móti Írlandi. Lemjandi 6-0 ósigurin fyri Eysturríki skuldi vaskast av okkum, men skaðar, avboð og leikbann gjørdu arbeiði hjá landsliðsvenjaranum, Lars Olsen, torførari enn tað upprunaliga var.
Inn komu tríggir debutantar. Ári Mohr Jónsson á vinstra bakk, Heini Vatnsdal á miðjuna og Páll Andrasson Klettskarð í álopið. Súni Olsen var við frá byrjan aftur, boð vóru eftir Jónhardi Frederiksberg á høgra bakki, tí Jónas Tór Næs ikki bleiv klárur, Atli Gregersen tók við eftir Odmar Færø í miðverjuni og Pól Jóhannus Justinussen varð fluttur fram á vinstru mið. Og so kanst tú anda aftur. Jú, nógvar broytingar og tað kundi ikki byrjað verri.
Ov bíligt, men góðtikið
Dysturin er bara fýra minuttir tá Aiden McGeady leggur bóltin flatt innfyri til Robbie Keane, sum ov lættliga kundi trilla bóltin í mál. 1-0 og bara fýra minuttir farnir. Hetta hevði inngangin til enn eitt lemjandi tap, men føroyska liðið fótaði sær væl.
Gunnar Nielsen spældi væl í málinum. Miðverjan ruddaði tað vekk, sum bakkarnir ikki fingu vart fyri. Súni Olsen, Heini Vatnsdal og Christian Lamhauge Holst megnaðu í betri mun at vinna bóltin og ikki minst flyta hann frameftir vøllinum.
Restina av hálvleikinum verður vart fyri við øllum snildum og kreftum. Írska liðið hevur ein góðan dag og spælir væl, men vit verja fyri.
Hálvleikur og bara tað eina málið er á muni. Góðtikið, serliga tá hugsað verður um allar broytingarnar og nýggju menninar.
Robbie eigur seinna hálvleik
Dagurin var ætlaður Robbie Keane, sum við sínum 126. landsdysti setti nýtt landsliðsmet í Írlandi. Tað sum ikki var ætlað honum, tað tók hann bara. Tí írska fótbóltssambandið kundi bara skipa fyri uttanfyri vøllin. Restina mátti fyrrverandi Tottenham framherjin sjálvur standa fyri.
Stutt inn í seinna hálvleik er hann aftur á blettinum. Skjóta spælið hjá írum ger, at kviki og orkuríki høgri bakkurin hjá Everton, Seamus Coleman, blívur spældur leysur í høgru síðu. Hann leggur bóltin innfyri og har kemur Robbie Keane við fullari ferð og trillar bóltin málið til 2-0.
Málið kom akkurát ov tíðliga til at vit kundu byrja at droyma um at fáa okkurt mótálop og skaka írska fótbóltsheimin.
Hóast Írland nú kann slappa av og taka tað róligt, so kemur føroyska liðið ikki til nakran uppspældan møguleika. Nærmastur er Atli Gregerson, tá hann stútar deyðbólt skamt omanfyri tvørstongina.
2-0 er til at liva við og sær ikki so illa út, men við vantandi álopsspælinumí huga, so var tað óheppið at Írland kom upp á 3-0. Tað sær ikki so pent út og setur enn eina tjúkka striku undir, at vit hava trupulleikar við at spæla á útivølli. Tað hava vit havt leingi.
Enn eina ferð var tað Robbie Keane, sum skoraði. Innskiftu James McClean og Conor Sammon spældu seg í gjøgnum og so kundi Robbie Keane krúna sín 126. landsdyst við sínum 59. málið fyri írska landsliðið. Tað er eisini met, so nú hevur hann skotið flest mál og spælt flest dystir.
Betri enn í Eysturríki
Hesa ferð taptu vit so bara 3-0 í mun til 6-0 í Eysturríki. Avrikið var ikki sannførandi, men tað var betri enn í Wien. Okkara spælarar eru betri fyri hesa tíðina á árinum enn í mars mánaði. Tríggir nýggir menn spældu sín fysta dyst og allir eru í rívandi menning.
Ári Mohr Jónsson byrjar eitt lív sum yrkisfótbóltsspælari í Silkeborg eftir summarferiuna. Heini Vatnsdal dominerar longu miðvøllin í HB saman við Fróða Benjaminsen. Hann hevur enn nógv at læra, men hann hevur tikið ótrúiga nógv framm og tykist hava tað, ið skal til fyri at spæla uttanfyri landoddarnar. Páll Klettskarð bleiv í fjør toppskjútti í føroysku kappingini og hevur saman við KÍ liðnum ment seg hetta kappingarárið. Tríggir mans, sum ikki hava spælt sín seinasta landsdyst.
Nú mangla vit at vinna eitt uppspæl, ið kann geva okkum nakrar vandasøður uttan at slaka í verjustøðu.
trondur@sosialurin.fo
Stubbi 1:
Rógvi Baldvinsson leikbann
Miðverjin, sum skoraði málið móti Svøríki á Tórsvølli, verður ikki við í retur dystinum í annaðkvøld. Hann fekk sítt annað gula kort í kappingini í Írlandi. Tað gevur leikbann í ein dyst.
Stubbi 2:
Jóhan Troest innkallaður
Í staðin fyri Rógva Baldvinsson hevur Lars Olsen innkallað Jóhan Troest Davidsen, sum annars gav avboð til fyrra dystin vegna lestur. Nú liggur betri fyri og miðverjin, sum eisini kann spæla á bakkinum, er tøkur til dystin
Pluss og Minus:
Pluss: Debutantarnir hjá okkum. Deiligt at síggja tríggjar nýggjar menn vísa, at teir eru til reiðar bjóða hinum av. Tað er bara gott fyri landsliðið
Minus: Álopsspælið á útivølli er ov tannleyst. Vit hava í tveimum úti dystum hava tvær royndir á mál og báðar eru frá miðverjum, sum eru komnir framvið í deyðbóltsstøðum. Trúgvi nú upp á tykkum sjálvur og smekki til, tá tit fáa møguleikan!
Føroyar:
Gunnar Nielsen 5
Kundi einki gera við tey trý málini hjá Írlandi. Stóða annars og hevði onkran stórbjarging. Millm annað tá Robbie Keane bleiv spældur púra leysur. Vónandi finnur hann sær eitt gott lið at spæla fyri komandi kappingarár.
Jónhard Frederiksberg: 2
Føroyska liðið hevði stórar trupulleikar av vengrunum hjá Írlandi. Jónhard og Símun høvdu trupulleikar av at halda fast í serliga Aiden McGeady.
Atli Gregersen. 3
Er aftur á landsliðnum og spældi í løtum væl, men var upp til tvær ferðir og seinur at takla Robbie Keane, tá hann skoraði. Hevði einasta føroyska málkjansin, tá hann stútaði beint uppum.
Rógvi Baldvinsson: 3
Kom eins og Atli livandi frá uppgávuni. Hevði eisini onkran túr fram eftir vøllinum við bóltinum. Var óheppin og fekk gult kort og hevur tí leikbann móti Svøríki.
Ári Mohr Jónsson: 3
Havandi í huga, at hann er 19 ár og hevur lopið U21-landsliðið um, so kom hann eisini livandi frá uppgávuni. Hevði tó trupulleikar av írsku vengrunum og var ikki nóg tryggur á bóltinum, men tað kemru við tíðini. Til lukku við debutini.
Heini Vatnsdal: 3
Fekk seg royndan á miðvøllinum. Smæddist ikki burtur í nærdystunum og hevur eina framtíð á landsliðnum. Vísti eisini í løtum dirvi at reka við bóltinum, men hevði tað sum restin av liðnum torført. Til lukku við debutini
Súni Olsen: 4
Spældi til eitt 5-tal í tí framrættaða spælinum, men sá nakað troyttur og tungur út til tíðir í verjuspælinum. Súni hevur nógv at geva landsliðnum og vónandi heldur hann fram við at arbeiða seg á landsliðið.
Christian L. Holst: 4
Spældi somuleiðis til eitt 5-tal í álopsspælinum, men hjálpur ikki nóg nógv til í verjupartinum. Er eitt betri enn hinir føroysku spælararnir og vísur tað tá hann ferð aftaná ferð tekur rættar avgerðir, tá hann vendir sær við bóltinum, men avspælinginum restar eitt vet í.
Símun Samuelsen: 3
Var fluttur í høgra borð og hevði liðskiparabandið. Hevði trupulleikar av sterku vinstru síðuni hjá Írlandi. Verjuspælið er ikki hansara sterka síða og tykist hava mist í álopsspælinum. Tað er bara at bjóða av!
Pól Jóhannus Justinussen: 3
Hevur verið nakað útskeldaður seinnu dystirnar, men vísti at hann hevur nakað at geva landsliðnum. Var fluttur fram á miðvøllin og vísti styrki.
Páll Andrasson Klettskarð: 2
Hevði tað ótrúliga torført einsamallur í álopinum. Megnaði ov sjáldan at halda bóltinum í spæl og bleiv ov sjáldan spældur í góðar støður til at fáa meir enn eitt 2-tal, men tað kemur – hetta var sum kunnugt fyrsti dysturin hjá honum. Til lukku við debutini.
Jóan Símun Edmundsson: 2
Fekk heldur einki at arbeiða við og til samans høvdu føroysku áleypararnir onga roynd á írska málið.
Hans Pauli Samuelsen:
Kom inn í nakrar minuttir, men alt ov stutt til at ger eina meting.
Írland:
David Forde: 4
Hevði sum so einki at gera, men gjørdi so heldur ongan feil.
Seamus Coleman:5
Spældi eins væl sum í fyrra dystinum móti okkum. Er ágangandi og bólttryggur. Legði upp til 2-0 málið.
Sean St. Ledger: 4
Tók sær væl av føroysku áleyparunum og var tryggur í verjustøðu.
John O’Shea: 4
Fyrrverandi Manchester United verjuspælarin gjørdi ikki meiri enn neyðugt. Hevði heldur ikki trupulleikar av føroyska liðnum.
Marc Wilson: 4
Var partur av sterku vinstru síðuni hjá Írlandi. Hevði Aiden McGeady frammanfyri seg og stuðlaði honum væl.
Simon Cox: 4
Hugnaði sær á høgra vongi og var hóttandi í sínum spæli. Vit høvdu ringt við at steðga honum.
Wesley Hoolahan: 4
Hevði tamarhald á miðvøllinum. Flutti bóltin væl og hevði tol á bóltinum. Spælir til dagligt í Premier League við Norwich.
Glenn Whelan: 4
Eins og Wesley Hoolahan, so spældi hann væl á miðjuni og fordeildi bóltin eftir førimuni.
Aiden McGeady: 5
Var stóra upplivingin í uppspælinum. Føroysku spælararnir høvdu stórar trupulleikar av hansara kvikleika og framúr bóltførleika. Legði upp til fyrsta málið. Næstbesti maður á vøllinum.
Robbie Keane: 6
Setti met við sínum dysti nummar 126 og skoraði hattrick. Leitaði væl aftur í vøllin í uppspælinum og var snildur og neyvur í sínum renningum. Hattrik og met gevur eitt 6-tal.
Jon Walters: 3
Bardist og stríddist sum vit kenna hann úr Stoke, men fekk ikki so nógv burturúr. Var útskiftur eitt stórt korter fyri tíð.
Connor Sammon:
Kom inn fyri Jon Walters og legði upp til 3-0 málið.
James McClean:
Kom inn nakrar minuttir seinni og átti somuleiðis lut í 3-0 málinum.
Fakta:
Írland-Føroyar 3-0 (1-0)
HM undankappingardystur á Dublin Arena í Dublin fríggjadagin 7. juni 2013 kl. 19.45
19000 áskoðarar
1-0: Robbie Keane 5.
2-0: Robbie Keane 56.
3-0: Robbie Keane 81.
Dómari: Mattias Gestranius Finnland
Írland: (4-4-2)
David Forde
Sean StLedger, John O`Shea
Seamus Coleman, Marc Wilson
(Stephen Kelly, 82.)
Wesley Hoolahan(G), Glenn Whelan
Simon Cox, Aiden McGeady
(James McClean, 77.)
Robbie Keane, Jon Walters
(Connor Sammon, 73.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Darren Randolph, Keiren Westwood, Damien Delaney, Darren O`Dea, Richard Dunne, Paul McShane, Stephen Quinn, Jeffrey Hendrick, Andrew Keogh
Venjari: Giovanni Trapattoni
Gult kort: Wesley Hoolahan
Føroyar: (4-2-3-1)
Gunnar Nielsen
Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson(G)
Jónhard Frederiksberg, Ári Mohr Jónsson
Súni Olsen, Heini Vatnsdal(G)
Símun Samuelsen, Christian Lamhauge Holst Pól Jóhannus Justinussen(G)
(Hans Pauli Samuelsen, 84.),
Páll Klettskarð
(Jóan Símun Edmundsson, 64.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Teitur Gestsson, Hans Jørgensen, Jónas Tór Næs, Viljormur Davidsen, Atli Danielsen, Christian R. Mouritsen
Venjari: Lars Olsen
Gult kort: Heini Vatnsdal, Pól Jóhannus Justinussen, Rógvi Baldvinsson