Robin van Persie aftur til Premier League

Stórfelag í Premier League dyrgir eftir niðurlendska framherjanum

Niðurlendski, Robin van Persie, sum áður hevur verið framherji hjá Arsenal og Manchester United roynir nú fótbóltseydnuna í Turkalandi, har hann spælir við Fenerbache.

 

Tað gongur tó ikki so væl, sum Robin van Persie hevði vónað, og sambært turkiska fótbóltsmiðlinum "Turkish Football" er van Persie á veg aftur til Premier League at spæla fótbólt.

 

Høvuðsvenjarin hjá Chelsea, José Mourinho leitar við hond og lykt eftir einum effektivum framherja, og sambært Turkish Football hevur Mourinho sett sjóneykuna á Robin van Persie. José Mourinho vónar at kunna fáa Robin van Persie uppá sama støðið, sum í 2013. 

 

Sjálvur sigur Robin van Persie, at hóast trivnaðurin ikki er optimalur í Turkalandi, so vil hann ikki gera nakað skiftið til eitt annað fótbóltsfelag fyrrenn komandi summar.