Svenska elektropoppdrotningin, Robyn, framførir á Roskilde Festival 2010 Føroyingar hava í nógv ár havt siðvenjuna at fara á Roskilde Festvial, og elskararnir av elektroniskum tónleiki kunnu nú gleða seg at hoyra vælumtóktu Robyn á festivalinum, skrivar ekstrabladet.dk
Robyn hevur áður framført á Cosmopolpallin á Roskilde Festival.
Roskilde Festival lýsir hana soleiðis:
Hon er ein av mest elskaðu og haldbaru nøvnunum í Skandinavien, hóast hon er ung. Hon er farin frá at vera barnastjørna til eitt alternativt listarfólk, ið samantvinnir listarligan áhuga og eina breiða áskoðarafjøld. Roskilde Festival sær fram til eina nýggja vitjan av ein av mest vitugu og sjálvstøðu poppstjørnunum í Skandinavia.
Gaffa.dk skrivar á heimasíðu sínari, at til framførsluna hjá Robyn í 2009 var ?pillpakkað? av fólki, ið øll vildu hoyra sangir sum >>Konichiwa Bitches, ?With Every Heartbeat? og ?Who?s that Girl?. Framførslan tá var yvirbevísandi, og í ár kemur hon aftur við heilt nýggjum tilfari til Roskilde Festival 2010.