Tað er nú greitt, at ein av størstu tónleikarunum yvirhøvur, Robert Plant, sangarin í navnframa bólkinum, Led Zeppelin, skal spæla á G! Festivalinum í summar.
Hann kemur higar við Suzi Dian og nýggja bólkinum Saving Grace
– Navnið Robert Plant er víðakent kring allan knøttin. Forsangari í enska bólkinum Led Zeppelin og ein rokk legenda burturav, Plant er vorðin eitt ógloymandi ikon. Samstundis er hann leitandi og hevur altíð flutt seg frameftir í tónleikaheiminum, sum hansara solo yrkisleið eisini er prógv uppá, siga tey á G!
Saving Grace er eitt nýtt tónleikasamstarv ímillum fimm royndar og gávuríkar tónleikarar, ið millum annað hýsir heimskenda Led Zeppelin sangaranum.
Bólkurin, sum tulkar eldri løg, fór til verka í fjør leggur nú leiðina til G! Festival í juli mánaði.
Michael Anthony Johannesen, tónleikastjóri á G!, sigur, at tað er næstan óveruligt at Robert Plant kemur til Føroya
Niðanfyri er eitt dømi um, hvussu Robert Plant ljóðar við nýggja bólkinum
##med2##
Síðan Led Zeppelin gavst, hevur hann útgivið ikki færri enn 15 plátur og 42 stakløg, har seinasta útgávan kom út í 2017.
– Hann hevur prógvað, at sama hvørjar tónleikarar hann hevur við sær, hevur hann altíð megnað at bergtikið fjøldina.