Rocklegenda vitjar á Rás2

Jørgin Dahl gekk í 70?unum undan í føroyskum rocktónleiki. Í morgun vitjar hann morgunsendingina á Rás2. Eisini fer nýggja countrystjørnan í Føroyum at spæla live í sendingini Jørgen Dahl var ein av teimum, sum slóðaði fyri føroyskum rocktónleiki. Hann skrivaði sangir til bólkin Straight Ahead, har hann sjálvur var sangari og tónleikari, og seinni var hann eisini við í bólinum Hjarnar.

 

Mikudagin verður Jørgin Dahl gestur í morgunsendingini á Rás2, og tosað verður millum annað um gamlar dagar og um framførsluna, sum hann skal hava í Føroyum leygarkvøldið.

 

Hallur Joensen er nýggjasta stjørnuskotið á føroyska country-himmalinum. Hallur gav í farnu viku út fløguna Pickin Time In Nashville, og fløgan hevur fingið sera góða móttøku. Í morgun vitjar Hallur Joensen á Rás2, og hann fer eisini at spæla live í morgunsendingini.

 

Eisini verður tosað við danska journalist, ið ritstjórnar bókini Turen Går Til Færøerne. Hann heldur, at ferðafólk hyggja ikki eftir føroyingum sum eftir apum í einum búri, men føroyingar hyggja hinvegin eftir ferðafólk, sum vóru tey apur í einum búri.

 

Morgunsendingin á Rás2 er í luftini millum klokkan 9 og 12.