Rodmundur ikki avvísandi um Funning

- Men eg dugi illa at ímynda mær, at nakað fer at spyrjast burtur úr hesum, nú so lítið er eftir av hesum valskeiðnum, sigur býráðsformaðurin

Samanlegging

Ein av teimum smáu kommununum, sum stendur einsamøll, nú fleiri kommunur í Eysturoy hava avgjørt at leggja saman, er Funnings kommuna.
Gjáar kommuna verður við í Sunda kommunu, og Elduvíkar kommuna leggur saman við Runavíkar kommunu. Sostatt kemur Funnings kommuna geografiskt at liggja ímillum hesar báðar kommunurnar.
Vit spurdu Rodmund Nielsen, býráðsformann í Runavíkar kommunu, um tað kann hugsast, at Funnings kommuna eisini fer at taka avgerð um møguliga samanlegging við Runavíkar kommunu í hesum valskeiðnum.
- Tað er torført at siga, nú hetta skeiðið er liðið so langt út, men vit kunnu ikki púrasta útiloka hesum.
Býráðsformaðurin vísir á, at eitt ávíst samstarv longu er millum kommunurnar, sum nú leggja saman og Funnings kommunu, eitt nú í samband við skúlan og koyring av skúlabørnum.
Rodmundur Nielsen sigur, at enn eru kortini ongar ítøkiligar ætlanir um samanlegging við Funnings kommunu, og hann dugir illa at ímynda sær, at nakað fer at spyrjast burtur úr hesum tað, ið eftir er av valskeiðnum.
- Men kortini kunnu vit ikki púrasta útiloka hesum møguleika, sigur hann.