Rodmundur Nielsen er ovfarin

- Eg taki hetta sum eina dygga álitisváttan til mín og undanfarna býráð eftir stóru avgerðirnar, sum tiknar eru í farna valskeiði, sigur Rodmundur Nielsen, ið heldur fram sum býráðsformaður, um tað stendur honum í boði

Kommunuvalið

Rodmundur Nielsen, sitandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu, var tann stóri sigurðsharrin á valinum við ikki færr enn 399 persónligum atkvøðum. Hetta eru heili 265 atkvøður fleiri, enn hann fekk á seinasta vali.
- Eg eri ovfarin av valinum, og eri sera takksamur fyri tað álit, sum veljarin hevur sýnt mær. Einsamallur gert tú einki, og tí er hetta ein álitisváttan til mín, men ikki minst til tað arbeiði, sum gjørt hevur verið í býráðnum farna valskeið, sigur ein fegin, Rodmundur Nielsen.
Sum skilst, hevur einki valevni í Runavíkar kommunu áður fingið nær námind av tí atkvøðutali, sum borgarstjórin fekk á valinum týsdagin.
Tríggir av limunum í gamla býráðnum fullu á valinum hesaferð. Tey eru Ragnar Olsen, Sæunn Ó. Hansen og Marja Lamhauge.
Hans Tausen Olsen, sum hevur sitið í Runavíkar býráði í fleiri setir, var tann einasti, sum ikki læt seg stilla uppaftur.
Níggju fólk mannaðu gamla býráðið í Runavíkar kommunu, men nú tríggjar aðrar kommunur, Skála kommuna, Oyndarfjarðar kommuna og Elduvíkar kommuna, leggja saman við Runavíkar kommunu, verður talið av býráðslimum 11.
Nývald á Runavíkar-listanum, lista A, eru Regin Jacobsen (150) og Kristian Gardbo (71).
Ragnar Olsen fall sum nevnt á Søldarfjarðarlistanum, lista C, og í hansara stað varð valdur, Ólavur A. Olsen (119).
Á Skála-listanum, lista B, sum eisini fevnir um Oyndarfjørð, Elduvík og Funningsfjørð, verða trý umboð í nýggja býráðnum. Toppskorari var Kári Johannesen (96), og síðan stóð á jøvnum millum trý valevni, sum lutakast verður um eftir fínteljingina. Teir tríggir, sum allir høvdu 82 atkvøður í part, eru: Tummas M. Jacobsen, Asbjørn Mikkelsen og Klæmint Østerø.
Rodmundur Nielsen sigur, at nýggja býráðið verður kallað saman, tá ið tað endaliga er valt, og í gjáramorgunin segði hann seg vóna, at tað ikki ganga nógvir tímar, til fínteljingin fyriliggur og lutakast hevur verið um teir tríggjar á Skála-listanum.
Tey 11, sum koma at manna Runavíkar býráð, verða: Rodmundur Nielsen (A, 399), Regin Jacobsen (A, 150), Regin Olsen (A, 105), Hans Petur Ellingsgaard (A, 97), Hans Jacob Lamhauge (A, 90), Kári P. Højgaard (A, 72)), Kristian Gaardbo (A, 71), Kári Johannesen (B, 96), Ólavur A. Olsen (C, 119) og so tveir av teimum trimum, Tummas M. Jacobsen, Asbjørn Mikkelsen og Klæmint Østerø (B, 82).