Tað tók ikki KÍ stórt meira enn hálvan hálvleik, áðrenn teir høvdu sparkað sær stigini í hús sunnudagin.
Sjálvandi er ein fótbóltsdystur vanliga 90 minuttir – og tað var hann eisini hesaferð – men eftir næsta málið hjá Rodrigo, mundu tey fæstu vera í iva um, at stigini ikki fóru um ella undir Leirvíksfjørð á degnum.
Kjaftfiskar
Ikki minst tí tey bæði málini vóru rættiligir kjaftfiskar hjá B36 at fáa. Fyrra málið kom, tá Jan Andreasen fyrst var bóltvinnari á miðvøllinum, og síðani sera hegnisliga spældi djúpt til Heðin á Lakjuni, sum rann seg í holið, sum Santos læt eftir seg í verjuni. Í fyrstu atløgu gav innleggið einki, men tá bólturin datt fyri føturnar á Rodrigo, ivaðist hann ikki minstu løtuna, áðrenn hann smekkaði til.
Og seinna málið kom eftir ordiligt verjukiks. Klæmint Matras, sum hesa ferð var í miðverjuni fyri skadda Herbert í Lon Jacobsen, stútaði ov spakuliga aftur til málverjan. Uppbakningurin var á onga hátt soleiðis, sum lærubøkurnar fyriskriva. Og so smoygdi Rodrigo sær avstað við bóltinum, rundaði Meinhardt Joensen og legði bóltin í netið.
Linligt
Hóast tvey mál aftanfyri, so royndi B36 at reisa seg. Og í longum løtum av tí, sum eftir var, royndu teir eisini at trýsta KÍ.
Men stóri trupulleikin var, at teir sjáldan vórðu serliga vandamiklir, og tí eydnaðist ikki at stressa KÍ-verjuna nakað serligt. Turri vøllurin legði ikki upp til skjótt spæl eftir jørð, og tá klaksvíkingar samstundis stóðu væl, fingu teir hvítu sera sjáldan spælt seg í yvirtalsstøður. Súni Olsen royndi við nøkrum sendingum at taga KÍ-verjuna út í borðini, og partvíst eydnaðist hetta. Men við Ova Nysted og Milic Curcic í mótstøðuverjuni er kravið, at kvaliteturin á innleggunum skal vera betri enn tað, sum B36 vísti sunnudagin. Og veruleikin er eisini, at bjargingin, sum Jákup Mikkelsen hevði upp á skotroynd frá Oddmar Færø fýra minuttir eftir steðgin, var einasta veruliga uppgávan hjá landsliðsmálverjanum.
Klaksvíkingarnir hildu støðugt høvdið kalt, tó at teir bakkaðu langt móti dystarenda. Denturin varð nú fyrst og fremst lagdur á, at mótstøðan ikki skuldi sleppa ígjøgnum, og so bíðau teir tolnir eftir kontra-møguleikanum, sum púrasta kundi avgera dystin. Amerikanski Joe Zeewe hevði eisini tveir av slagnum, men hvørga ferðina var hann nóg kaldur til veruliga at hótta, og móti dystarenda var Sigmund Jacobsen nakrar sentimetrar ov stuttur til innlegg frá Heðini á Lakjuni.
Fortreytirnar, sum vórðu skaptar fyrstu løtuna, bóru samstundis við sær, at talan sjáldan gjørdist um ta stóru fótbóltsupplivingina. KÍ hevði ikki tørv á meira, og á degnum maktaði B36 ikki meira, og so gjørdist talan um rímiliga linliga uppgerð, har undirhaldsvirðið sjáldan gjørdist tað stóra.
Mistu
Hjá KÍ bar sigurin fyrst og fremst við sær, at liðið mest sum endaliga kundi veittra heilt farvæl til niðurflytingarvandan, sum annars var komin nakað nær eftir tveir ósigrar á rað. Og vil væl til, so kunnu klaksvíkingar kanska ota seg upp í bólkin, sum stríðist undir einsamalla oddaliðnum.
Hjá B36 merkti tapið í fyrstu atløgu, at liðið nú er nummar fimm, og tað hava teir ikki verið áður hetta kappingarárið. Men tað nívir ivaleyst fast, at teir ikki megnaðu at stytta munin upp til EB/Streym, nú oddaliðið tapti. Komandi umfarið skal B36 takast við júst EB/Streym, og tí kundi nakað av spennindi verðið skapt við einum sigri í Klaksvík. Ikki minst tí B36 við tilgongdini av Súna Olsen og komandi tilgongdini av Sam Malson hevur givið til kennar, at teir vilja í oddin.
Men hóast einstakar góðar detaljur, so líktist Súni Olsen ofta einum hálvblindum ferðamanni, sum als ikki hevur neyðugu dystarvenjingina í beinunum. Og so leingi sum pappírini upp á nýggja áleyparan ikki eru komin til Føroya, fær hesin heldur ikki hvest álopið, sum hesa ferð tóktist ógvuliga tannleyst. Og sum tí tapti 2-0 móti Rodrigo.