Megi gevur rættindi - halda tey karrráðu ráðandi

Røða hildin á Doktaragrund 29. juli 2022

Eg havi, líka síðan lagnustundina millum jóla og nýggjárs í 2019, tá ið sitandi landsstýrið handaði ognarrættin yvir ogn Føroya fólks nøkrum fáum at selja og brúka sum sítt egna, sovið óróliga hvørja nátt og føli dagliga trega og órógv av hesi skemdargerð. Neyvan ein kensla sum bara eg kenni.

Nøkur fá fólk eru við lóg vorðin ófatiliga rík við forrættinum til ríkidømi hjá øllum føroyingum, og øll onnur eru brikkar í einum matadorspæli, har vit og okkara eftirkomarar, óansæð hvar vit venda okkum, verða viljaleysir brikkar í spælinum hjá eini yvirstætt.

“Ikki at gera nakað er ikki neutralt, tað hevur eina meining: tað sigur ” ja” til tey verandi valdsviðurskiftini”

Passiviteturin er tað sama sum at siga at eg  góðtaki verandi vald.

Kollektivt gera vit tað í løtuni.

Ósjónliga og ódámliga valdið í Føroyum, sum telvar, køvir, keypir og hóttir, hevur sett okkum í sofuna - at eygleiða katastrofuna - og um ikki fólkið á einum komandi vali tekur valdið aftur og tekur fólkaræði og tess meginreglur í álvara, ja so fara vit øll at lulla (víðari) ímeðan tjóðin Føroyar fánar og frameftir verður stýrd av fáum útvaldum valdsharrum og lýdnum tænarum í fámannaveldinum.

##med2##

Vit liva í dag undir fyristíling av einum harðrendum Fólkaflokki og einum spillnaknum Løgmanni, sum gevur fólkaflokkinum og miðflokkinum frítt at volka og valda.

Tað tók Fólkaflokkinum onga tíð at levera sítt lyfti til kvotagreivarnar og alikongarnar.

Miðflokkurin hugnar sær við øllum sínumóhýrligheitum og einum moralkodeksi, sum bert er galdandi fyri viðurskifti, sum eru niðan fyri nalvan.

Sambandsflokkurin sprittar hendur og heldur fjarstøðu,  ímeðan løgmaður fjeppast á  ríkisfundum við Mette, gjarar út og hálovar ríkisfelagsskapinum.

Undir Corona lurtaði landsstýrið eftir serfrøðini, men í allari aðrari stýring av samfelagnum og teim stóru avbjóðingum vit standa framman fyri, er serfrøðin ikki vælkomin.

Ætlanin um privatisering av Strandferðsluni er seinasta dømi um myrkaspæl, har fakligheit verður roynt hildin burtur.

Meginreglan um armslongd í einum rættarsamfelag, skal skapa greiðan skilnað millum útinnandi, dømandi og lóggevandi valdið, soleiðis at valdsmisnýtsla, um hon fer fram, kann eftirkannast.

Fleiri av landsstýrisfólkunum hava praktiserað heilt aðra fatan av meginregluni og hava snarað henni 180 stig og hava allan armin uppi í tí tey ynskja at stýra

Tað hava vit sæð í val av nevndum, setanarmálum, og tá ið serkunnleikin skal tippast og haldast uttanfyri.

Eitt annað dømi er Havnin, sum hegnað av til byggispekulantar við makrel- og alipeningi at ríka seg enn meiri upp, tí Bústaðir er burturvíst at byggja í Havnini.

Might makes right – megi gevur rættindi -halda tey karrráðu ráðandi.

Úr griskari forteljing er hesin setningur um hesi karrráðu "the strong do what they can - and the weak suffer what they must"  og tað lýsir sera væl politikkin hjá hesum VAN stýrinum.

Íslendski professarin í búskaparfrøði Thorvaldur Gislason segði í viðtalu við KVF um viðurskiftini, nú eitt fámannaveldi ræður yvir fiskikvotum Íslands, at tað var ein tikkandi bumba undir íslendska búskapinum og segði “THIS IS NOT THE WAY YOU WANT TO GO”.

Sorry vit eru longu har - If you tolerate this your children will be next – tað má ikki tolererast!.

Vit hølvaðu Danmark av við einum máli í U 20 EM endaspæli í hondbólti-  og øll eru fegin og stolt um tað. Stóð tað á jøvnum í dystinum og vit fingu eitt avgerandi brotskast fyri at vinna– vildu vit tá latið danir kasta brotskastið fyri okkum? Nei - men undarligt nokk gera vit tað á uttanríkispolitiska økinum.

Tá ið umræður ítrótt eru øll fullveldisfólk.

Í samband við luttøkuna hjá mæta Sverra Sandbeg Nielsen á Olympisku leikununum var løgmaður so villur, at hann segði “føroysk ítróttarfólk eiga at sleppa ........eiga at sleppa at luttaka undir egnum flaggi til olympisku leikirnar.”

Nær sleppur nakar nakað uttan stríð?     Ongin - uttan sambandsflokkurin, sum er drigin eftir hárinum inn í øllum framburði, sum onnur hava skapt fyri Føroyar á tjóðskaparleiðini.

Veruleikin er heldur tann, at vit lættliga kunnu missa tey serrættindi vit hava í altjóða ítróttarheiminum, tí vit ikki eru ein tjóð. Tjóðir eiga rættindi – sum hjáland liva vit bert av náði...vit sleppa at .....”

Rættindini skapa okkum - og um vit nú mistu altjóða luttøkuna í ítrótti vildi tað verðið eitt ramaskríggj og uppreistur frá øllum føroyingum.

Hví fánar tjóðarsjálvsálitið og stoltleikin, tá ið tað ræður um tjóðskapin hjá Føroyum?

Tey somu, sum bara njóta gott av stríðnum, og ikki hava gjørt annað enn at forstýra við sínum “vit klára okkum ikki sjálvi” – eru annars ikki smæðin at taka av rættinum til tilfeingið

innan fiskimarkið hjá fiskivinnutjóðini Føroyar. Tá er tjóðskapur eitt amboð og sjálvsálitið altíð í topp.

##med3##

Um nú hondbóltur var politikkur – latið okkum ímynda okkum tað ,  vildi løgmaður á einum ríksifundi aftaná sigurin hjá U 20 landsliðnum, miriliga biðið um orsaka fyri tapið vit góvu dønum.  Hann vildi gjørt eina avtalu um, at tað var best fyri ríkisfelagsskapin um kongaríkið hevði eitt sterkt lið og eitt andlit úteftir – kanska við møguleika hjá teim frægastu úr Føroyum á liðnum ella í hvussu so er á bonkinum.So hevði verið ramaskríggj í Føroyum.

Søguforteljingin er týdningarmikil. Tá ið summi fortaldu hondbóltsúrmælinginum Jóhan á Plógv Hansen, at føroyskur hondbóltur ikki var nakað verandi stað fyri hann, og hann tí fyri seg sjálvan tók eitt skilligt val, so er veruleikin í dag, at onnur hava trúð uppá, stríðst og strevast víðari og skapt fortreytir fyri teim ættarliðum, sum vinna fyri Føroyar. Úrslitini tala fyri seg og U 20 er nr. 10 í Evropa – sigrar á Danmark og Norra og ávegis einum heimsmeistaraendaspæli.

Takk fyri ta søguforteljingina hondbóltstjóðin Føroyar.

Sitandi samgonga hevur eina undirskrivaða avtalu uppá eitt blankt arvaavkall.

Eitt arvaavkall uppá rættin til tilfeingið í havinum kring Føroyar.

Eitt arvaavkall skrivað uppá nakkan á øllum livandi og komandi føroyingum.

Avleiðingin av arvaavkallinum er, at (sitat Herman Oskarson ) “eitt lið av kvotagreivum og alikongum fær meginpartin av tilfeingisrentuni í sín part sum persónliga inntøku, og tá verður munurin øgiliga stórur millum tey allar ríkastu - og alla restina”

Eg ákæri Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og teirra leiðslur og politikarar fyri at hava gjørt hetta møguligt. Eg eri sannførdur um, at hvørki meginparturin av sambandsfólkum ella fólkafloksfólkum taka undir við hesum karráða og undirbrotliga politikki. Eg trúgvi hinvegin at tit eisini vilja verja okkara felags ogn, at tit ikki ynskja hetta fámannaveldið, og at tit vilja og stuðla, at vit ganga fram sum tjóð í heiminum.

Men so mugu tit velja øðrvísi! Tit mugu velja flokkar og fólk, sum gera nakað við tað og hava eina hugsjón, og ikki lata tykkara atkvøður áhaldandi misbrúka til tað fantilsið, sum nú fer fram, og sum ger óbótaligan skaða.

Um somu flokkar og fólk sleppa framat aftur valdinum næstu ferð er arvaavkallið endaligt gyldugt og kann ikki afturkallast.

Tí má eitt komandi valstríð senda tey greiðu boð. Tit høvdu ikki rættin okkara vegna at geva eitt arvaavkall! Rætturin var - og er altíð hjá Føroya Fólki! Hann kann ikki missast, skal skrivast í føroyska grundlóg og vit koma eftir okkara ríkidømi!

Tað krevur at øll mugu uppá barrikadurnar og vinna fólkaræði aftur á einum komandi løgtingsvali. Vit mugu taka samrøðurnar og stríðið andlit til andlits, vit mugu stríðast og savna tjóðina uppá hennara grundrættindi, sum eitt demokratiskt fólkaræði.

Winston Churchill sigur í einum av sínum mongu kendu røðum. “We shall fight on the beaches, we shall fight on the landing grounds, we shall fight in the fields and in the streets, we shall fight in the hills; we shall never surrender.”

So álvarslig er verandi støða hjá fólkinum í Føroyum.

Óansæð hvat vit fáast við og ætla at útinna,  ætla at avrika, biðja vit altíð tey, sum hava førleikar, hegni, dirvi og áhaldni at fremja framburð í verki. Tað veri seg at stovna eitt bygdafelag, stoypa eina grund, baka til ein føðingardag, manna ein bát, hjálpa til í einum ervi ella fáa mannað eitt ítróttarlið. Vit biðja ongantíð tey, sum beinanvegin siga “tað kann eg ikki, “dugi ikki, “tað ber nokk ikki til. “Tað gera vit ikki, tí tað er meira møði enn føði at stríðast við tey.

Tí undrar tað meg, at vit yvirhøvur velja politikarar úr Sambandsflokkinum til nakað sum hevur við politikk at gera. Tey trúgva ikki uppá Føroyar ella føroyingar. Skuldi tað hent at sambandsflokkurin yvirhøvur verður umboðaður aftaná næsta løgtingsval, mugu vit skipa eina tingnevnd fyri øll viðurskifti, sum ikki bera til,  og manna hana við teimum. So er arbeiðsfriður hjá teim, sum leika fyri Føroyar og ynskja at byggja land.

Eitt nýtt løgting má mannast við fólki, sum leika fyri Føroyar og leika og virða meginreglur í einum rættar- og vælferðarsamfelagi, sum má byggja á eitt upplýst fólkaræði.

Veljið fólk sum hava førleikarnar og ryggin til at umsita fólkaræði, og sum ikki eru strámenn ella í lummunum hjá ósjónliga valdinum.

Valdið og ríkidømi í Føroyum liggur hjá fólkinum og MÁ  forankrast í eini føroyskari grundlóg fyri sjálvstøðugu tjóðina Føroyar. Løgtingslógir eru ikki nóg sterk verja vísir tað seg.

Ein grundlóg vil tryggja, at øll tey rættindi sum fólkið í Føroyum metir hava størst týdning, um tað so er tilfeingið í havinum, javnrættindi, borgararættindi, umhvørvi , verða vard móti tí ágangi og ræning, sum nú fer fram.

Kári á Rógvi sáli segði til teirra, sum eru vald ella starvssett til lóggávuarbeiði og almenna fyrisiting. Takið eina mynd av føroyingunum á Vaglinum á Ólavsøku, hangið hana á veggin og so vita tit altíð hvørjum tit eru vald og sett at tæna.

Vit vilja altíð vera heimsmeistarar í at vera føroyingar og at verja Føroyar. Vveljið tí fólk sum leika fyri Føroyar.

Takk til unga Tjóðveldi fyri at eg slapp at røða í dag. Tað var mær ein stórur heiður.

Góða ólavsøku øll somul.